Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vaks upp hjá samkyndum: “Eingin í LGBT-rørsluni vil hoyra frá slíkum sum mær.”

Ja til hjúnarbandið

Millie Fontana er ikki kristin. Hon vaks upp hjá samkyndum parið har mamman átti hana gjøgnum viðgerð við ísáðing. Hon hevur ongan átrúnað yvirhøvur. Men hon leggur dent á at higartil eru tað einans tey kristnu, sum hava roynt at sett ljóskastaran á søgur sum sína. – Eingin í LGBT-rørsluni vil hoyra frá slíkum sum mær. Higartil hevur man bara hoyrt ‘Kærleiki er kærleiki!’ Vit eru ikki til.”

Millie Fontana er ikki kristin. Hon hevur ongan átrúnað yvirhøvur. Men hon berjist saman við kristnum, tí sambært henni eru tað einans tey kristnu, sum tosa um børn sum hana. “Eg standi her fyri tykkum sum ein, ið er uppald gudleyst og uttan átrúnaðarligt tilknýti. Eg standi saman við teimum kristnu, tí higartil í hesum kjakinum eru tað einans tey kristnu, sum gera vart við tað, sum børn eru úti fyri. Higartil eru tað einans tey kristnu, sum hava roynt at sett ljóskastaran á søgur sum sína.  –  Eingin í LGBT-rørsluni vil hoyra frá slíkum sum mær. Higartil hevur man bara hoyrt ‘Kærleiki er kærleiki!’ Vit eru ikki til.”

Tey sum tosað um rættindi hjá samkyndum at giftast og ættleiða børn – tosa uttan um børnini – teirra tørvur at eiga eina mammu og ein pápa er als ikki partur av hesum orðaskiftinum.

– Makabrasta útsagnin í orðaskiftinum um rættin hjá samkyndum at ganga saman í hjúnarlag, var útsøgnin hjá Obama forseta: – Nú er stundin komin hjá heiminum at koma víðari og mennast – sum í menningarlæruni???

Vit vitað øll hvønn boðskap menningarlæran hevur til mannaættina í hesum spurningi. Hjúnarlag og menning av børnum er uppávan hjá mann og konu!!!

Nógv samkynd eru samd í hesum, men tey tora ikki at standa fram tí tey verða løgið nokk stemplaði homofobic….

Sí video niðanfyri. (á enskum)

Harleyfacadeacryl