AB er tað liðið í Effodeildini, ið hevur havt størstu frágongdina síðani kappingarlok. Men nú hevur liðið fingið annan styrkin í hópin afturat Rasmus Dan Sørensen.
AB.fo skrivar soleiðis:
Høgni Midjord hevur avgjørt at koma út á Argir at spæla fótbólt komandi ár. Hann skrivaði undir ein 2 ára sáttmála við FC Argir í kvøld. Høgni er ein álopskendur leikari , hann spældi 17 dystir fyri besta liðið hjá B71 hettar kappingarárið.
Teir í nevndini hjá FC Argir siga við AB.fo, “Vit eru glaðir fyri at vit hava fingið enn ein goðan álopskendan leikara í hópin, Høgni er ein skjótur og teknist sterkur spælari, sum vit uttan iva koma at njóta gott av”.




