Aftur í vetur skipar Tøknibreytin á Tekniska Skúla fyri kvøldsetum. Tann fyrsta verður í hesi vikuni. Triði flokkur, sum í heyst hevur verið á námsferð í London, sigur frá við myndum, hvat tey hava fingið burtur úr ferðini.

Aftaná kemur Ole Jensen, arktektur frá byggideildin á Landsverki, at hugleiða um arkitektur í breiðum týdningi og greiða frá útbyggingini á skúlanum frá hugskoti til avhanding.
Pætur Gerðalíð og Ari Samson, báðir fyrrverandi næmingar, framføra tvey løg og aftaná er ein drekkamunnur.
Kvøldsetan verður hóskvøldið 12. november kl.19.00 á Tekniska skúla í Klaksvík.