Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vodafone: Vit ætla framhaldandi at vera fremst

Gudny Langgaard

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um, at Føroya Tele byggir eitt nýtt 4G net í heimsklassa við hjálp frá kinverska tøknirisanum Huawei. Einki nýtt er undir sólini, tí Vodafone hevur havt eitt strategiskt samstarv við Huawei síðan 2008, og teir eru eisini veitarar av okkaraframtíðartryggjaða og fult kappingarføra 4G neti, sum vit tendraðu í juni í ár.

Meira enn helvtin av føroyingum hava longu atgongd til 4G
Nú byggja vit víðari. Meira enn helvtin av føroyingum hava nú atgongd til 4G, har teir búgva. Og í næstum verða 4G sendarar settir upp áflogvøllinum og Tvøroyri, umframt at netið á Argjum, í Hoyvík og Klaksvík verður betrað.

Í dag fæst 4G samband á Argjum, í Tórshavn, Hoyvík, Gøtu, Klaksvík og á Skálafjørðinum.

Vit bjóða kappingarneytanum vælkomnum uppí 4G kappingina, tí kapping liggur í okkara DNA. Soleiðis byrjaðu vit fyri sløkum 14 árum síðan, tá vit bjóðaðu føroyska monopolinum av.

Síðan tá hava vit rist nógv í føroyska fjarskiftismarknaðin. Vit vóru fyrst at bjóða 3G og 4G í Føroyum, og vit ætla framhaldandi at vera fremst í menningini av fjarskiftistænastum í Føroyum.

Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone