Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat gevur Jobin Drangastein til Víking?

Jákup Ósá

Vit hava hugt eftir hagtølunum hjá nýggjasta leikaranum hjá Víkingi.

Venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, segði við Norðlýsið sunnudagin, at teir høvdu fingið 9 aran uppá pláss. Frá øðrum góðum keldum var staðfest, at talan er um Jobin Drangastein, sum skifti AB út við Víking. Fyrr í hesi vikuni kunngjørdi Víkingur sín nýggjasta leikara.

Hetta er kanska eitt óvæntað trekk av Víkingi, tí talan er ikki um ein av stóru profilunum í føroyskum fótbólti. Men hinvegin, so er ikki óvanligt, at Sámal Erik ger óvæntaði keyp. Tá hann tók yvir í B36 í 2014, so var eitt av fáu keypunum hjá honum Alex Mellemgaard, sum fram til tá ikki hevði stórvegis royndir úr Effodeildini, men meir hevði spælt í 1.deild undir m.a. Sámal Erik Hentze. Tá skuldi tað vísa seg, at Alex bleiv ein stórur fongur hjá B36 og var millum leikararnar við flest uppleggum. Hann kom eisini á A-landsliðið seinni.

Hesaferð er eisini talan um leikara, ið Sámal Erik kennir væl. Tí árini 2010, 2011, 2012 og 2013 var Sámal Erik venjari hjá Jobin og teimum í AB umframt seinastu dystirnar í Effodeildini í ár. Tað liggur í kortunum, at Jobin fær ein álopskendan leiklut í Víkingi, og tí er kanska áhugavert at hyggja eftir hansara hagtølum við málum og uppleggum.

Besta árið hjá Jobin hvat málum viðvíkur var í 2012, tá AB spældi í næstbestu deildini. Tá skeyt hann 12 mál í 2158 minuttum. Fyri árini 2013, 2014 og 2015 finnast hagtøl um mál og upplegg.

Hagtøl hjá Jobin Drangastein í Effodeildini

2009: 855 minuttir – 1 mál – upplegg ókent(18 ára gamal)

2010: 1478 minuttir – 0 mál – upplegg ókent (19 ára gamal)

2013: 1996 minuttir – 2 mál – 0 upplegg (22 ára gamal)

2014: 1518 minuttir – 3 mál – 2 upplegg (23 ára gamal)

2015: 1009 minuttir – 2 mál – 1 upplegg (24 ára gamal)

Sostatt eru sjálv hagtølini, hvat málum og uppleggum viðvíkur ikki so ræðandi hjá nýggja Víkinga leikaranum. Men hinvegin siga hagtøl ikki alt, og tað er ikki vist, at tað eru mál ella upplegg, sum Víkingur fyrst og fremst er farið eftir, tá liðið hevur ognað sær Jobin Drangastein.