Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygdarpolitikkurin má broytast fullkomiliga

Danial Viðoy

Fyrrverandi franski forsætisráðharrin, Nicolas Sarkozy, sigur at franski trygdarpolitikkurin má fáa eina aðra vend.

Fyrrverandi franski forsætisráðharrin, Nicolas Sarkozy, sigur at franski trygdarpolitikkurin má fáa eina aðra vend.

Nicolas Sarkozy hevur fyri løtu síðani verið á fundi við núverandi franska forsætisráðharran, Francois Hollande. Sarkozy sigur, at trygdarpolitikkurin, eftir ræðuleikarnir í vikuskiftinum, mugu endurskipast:

– Eg fortaldi fyri forsætisráðharranum, at tað má koma eitt passandi aftursvar upp á ræðuleikarnar. Tað má henda eitt skifti í okkara uttanríkispolitikki – eisini á evropeiskum stigi. Okkara egni trygdarpolitikkur skal eisini broytast, sigur Sarkozy, sum er leiðari av andstøðuflokkinum Les Republicains.

Hesum flýggja flóttar frá

Formaðurin fyri ES-kommisjónina, Jean Claude, hevur í dag hildið røðu á G20-toppfundinum í Antalya í Turkalandi.

Hann ávarar ímóti, at seta tann ógvusliga flóttafólkastreymin í samband við yvirgangsatsóknina í París:

– Tað, sum er hent í París, er júst tað, sum flóttarnir flýggja frá, sigur hann.

Kelda: dr.dk