Miðnámsskúlin á Kambsdali bjóðar til kvøldsetu 17. november kl. 19:00. Tað er fyrstu ferð at Miðnámsskúlin á Kambsdali bjóðar til alment tiltak.
Miðnámsskúlin á Kambsdali bjóðar til kvøldsetu 17. november kl. 19:00. Tað er fyrstu ferð at Miðnámsskúlin á Kambsdali bjóðar til alment tiltak.
Á skránni verður m.a. tónleikur, ferðafrásagnir, leiklist, kórsangur og mangt annað.
Fyrr í ár vórðu Studentaskúlin og Handilsskúlin lagdir saman til ein skúla, ið fekk navnið Miðnámsskúlin á Kambsdali.
Kvøldsetan týskvøldið er fyrsta almenna tiltakið, ið skúlin skipar fyri. – Kunning um samanleggingina verður eisini á skránni týskvøldið.
Kvøldsetan er fyri øll, ið hava hug at fara út til eina hugnaliga løtu eitt týskvøld í november.