Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klipti nalvastrongin á nýfødda soninum við rundkoyringina á Hvítanesi

John William Joensen

Maria við Neyst og Erik Nielsen úr Klaksvík fingu hósmorgunin ein son undir sera dramatiskum umstøðum. Barnsburðurin fór fram í einum sjúkrabili beint áðrenn rundkoyringina á Hvítanesi. – Túrurin í egnum bili til Havnar fara vit seint at gloyma, og vit vóru júst komin í sjúkrabilin á Hvítanesi tá sonurin varð borin í heimin” sigur Erik Nielsen, sum er pápi nýggja klaksvíkingin.

Maria við Neyst og Erik Nielsen úr Klaksvík fingu hósmorgunin ein son undir sera dramatiskum umstøðum. Barnsburðurin fór fram í einum sjúkrabili beint áðrenn rundkoyringina á Hvítanesi. – Túrurin í egnum bili til Havnar fara vit seint at gloyma, og vit vóru júst komin í sjúkrabilin á Hvítanesi tá sonurin varð borin í heimin” sigur Erik Nielsen, sum er pápi nýggja klaksvíkingin.

Vit vaknaðu kl. 05.30 hósmorgunin við at Maria hevði fingið smáar verkir og av tí at eg hevði broti mær armin bóðu vit vermóður koyra okkum til Havnar, greiður Erik frá.

Áðrenn vit fóru í bilin ringdi vit til føðideildina í Havn og greiddi frá at vit vóru á veg til Havnar og at Maria hevði fingið verkir.

Men komin í Norðoyatunnilin var títtleikin millum verkirnar einans 10 minuttir, og vit ivaðust í at ringja eftir sjúkrabili úr Klaksvík, men ferðslan var uppá tað mesta hesa tíðina, so tað hevði eisini tikið sína tíð.

Í Skálabotni gjørdist støðan enn meira spent og tá vit koyrdu framvið Streymnesi fór vatni. Støðan var sera spent tí umstøðurnar í bilinum vóru ikki góðar. Vermóður royndi at koyra, sum skjótast og eg við mínum brotna armi fekk ikki gjørt tað stóra. Konan fekk hvørki sitið ella ligið á baksetrinum og hevði sjálvandi ógvusliga pínu.

Vit royndu alla tíðina at eggja henni til ikki at pressa, men náttúran ræður sær sjálvari, og tá ið vit koma í Kalbakstunnilin byrjaðu pressverkirnir og Maria sigur: ”Mamma nú kemur barnið!!”.

Á veg móti rundkoyringini á Hvítanesi, varð okkum greitt at vit vóru noydd at steðga og eg ringdi samstundis til Landssjúkrahúsið og bað tey senda ein sjúkrabil við jarðarmóður ímóti okkum. Tey høvdu ilt við at trúgva okkum, men bóru skjótt at. Hendan løtan á Hvítanesi meðan vit bíðaðu eftir sjúkrabilinum tyktist sera long, hóast hon neyvan hevur verið meir enn einar 10-15 minuttir.

Tá konan varð flutt úr bilinum inn í sjúkrabilin sóu vit høvdi á soninum og tað tók ikki 5 minuttir til sonurin var borin í heim (kl. 07.57) og eg varð biðin at klippa nalvastrongin.

Alt spældi tó væl av og drongurin hevur fingið navnið Liam og er 54 cm langur og vigar 3600g.

Men tá vit hugsað aftur á túrin til Havnar rennur tað kalt niður eftir rygginum. Konan hevði einki trygdarnet, sum aðrar barnakonur hava, ið eiga undir tryggum umstøðum.

Eitt er púra greitt at um vit fáa eitt barn afturat, so flyta vit til Havnar í góðari tíð áðrenn hon skal eiga, sigur Erik Nielsen sum heilsar frá mammuni og soninum, sum baði hava tað gott.

—-

Síðan føðideildin varð niðurløgd á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í 2010hevur ein tilburður verið á hvørjum árið, har barnakonur hava átt undir sera truplum umstøðum í bili á veg til Havnar ella á skaðastovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.