Sjey av gerningsmonnunum eru deyðir. Fleiri, sum eru undir illgruna, eri ikki handtiknir enn.
Sjey av gerningsmonnunum eru deyðir. Fleiri, sum eru undir illgruna, eri ikki handtiknir enn.
Seks av gerningsmonnunum útloystu síni bumbubeltir. Tann sjeyndi náddi ikki at loysa sítt bumbubelti av, tí hann var skotin áðrenn av fronskum trygdarliði.
Higartil eru hesir eyðmerktir:
Deyðir gerningsmenn:
Ismail Omar Mostefai, 29 ár. Franskur ríkisborgari við algeriskum uppruna. Hann tók lut í álopinum á spælistaðið, Le Bataclan. Líkið hjá honum varð eyðmerkt umvegis fingramerki, ið varð funnið í múrblokkunum.
Samy Amimour, 28 ár. Franskur ríkisborgari. Var við í álopinum á Le Bataclan.
Brahim Abdeslam, 31 ár. Beiggi til Salah Abdeslam, sum er ein av teimum mistonktu, ið eftir eru á lívi. Brahim var franskur ríkisborgari, men búsitandi í Belgia. Hann sprongdi seg sjálvan í luftina á Compoir Voltoir, ein café í París.
Bilal Hadfi, 20 ár. Luttók í álopinum á Stade de France, har hann sprongdi seg sjálvan í luftina.
Ókendur sjálvmorðsbumbumaður. Eitt sýriskt pass varð funnið við líkið, sum hoyrdi til ein 25 ára gamlan mann við navninum Ahmad Al Mohammed, sum er úr Idlid í útnyrðingspartinum av Sýria. Enn er ikki váttað, um passið er góðkent. Men fingramerkini hjá líkinum hóska saman við einum persóni, sum varð skrásettur undir sama navni á griksku oynni, Leros, tann 3. oktober.
Undir illgruna og leysgangandi:
Abdelhamid Abaaoud, 27 ár. Belgiskur ríkisborgari. Abaaoud er undir illgruna fyri at hava lagt yvirgangin til rættis, upplýsa álítandi keldur. Tað sigst at hann í løtuni er staddur í Sýria.
Salah Abdeslam, 27 ár. Fransmaður og føddur í Bruxelles. Undir illgruna fyri at hava leiga ein svartan Volkswagen Polo, sum varð brúktur til yvirgangsatsóknirnar í París.
Handtikin:
Mohammed Abdeslam. Beiggi til Salah og Brahim Abdeslam. Handtikin í Belgia.
Kelda: information.dk




