Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur við Norðlýsið í morgun at uppskotið, sum landsstýrið legði fram mánadagin, er so kollveltandi, at leiðslan í Bakkafrost hevur avgjørt, at endurskoða allar sínar ætlanir. Bakkafrost rindar fyri árið 2014 heilar kr. 339 mió. kr. í samlaðum skatti til landskassan, men nú leggur landið skatt á sjálvan umsetningin og tí kunnu vit enda í eini støðu har vit rinda 100% í skatti.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur við Norðlýsið í morgun at uppskotið, sum landsstýrið legði fram mánadagin, er so kollveltandi, at leiðslan í Bakkafrost hevur avgjørt, at endurskoða allar sínar ætlanir. Bakkafrost rindar fyri árið 2014 heilar 339 mió. kr. í samlaðum skatti til landskassan, men nú leggur landið skatt á sjálvan umsetningin og tí kunnu vit enda í eini støðu har vit rinda 100% í skatti.
Hetta mugu vit fyrihalda okkum til, tí tað er púra greitt at støðan er ikki haldbar. Tí hava vit nú givið boð um at baði tær verkætlanir sum eru í gongd og tað sum vit arbeiða við, nú má eftirmetast. Tað er nú einaferð soleiðis at pengar kunnu ikki brúkast tvær ferðir.
At man kemur við so kollveltandi broytingum uttan at tosað við Vinnuna er ikki til at skilja, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.




