Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskaprísir fyri 50 árum síðani

Oliver Joensen

 Í samband við, at tað í gjár, júst vóru 50 ár síðani, at Kósavirkið byrjaði at framleiða úrdráttir úr fiski, er hesin vektarseðilin av Dávavirkinum eitt sindur áhugaverdur.

Seðilin er sum sæst frá mai í 64, tað vil siga, eitt ár frammanundan at Kósavirkið letur upp. Niðanfyri sæst at prísurin á toski (vektaseðilin sigur at tað eru bert tvær støddir á toski – toskur og smáfiskur) er 0,87 oyru fyri kilo. Ídag liggur toskaprísurin á umleið 20-25 krónum, onkuntíð hægri og onkuntíð lægri. Kalvi hevði tá sum nú góðan prís, 3,- krónur fyri kilo.Kalvaprísurin ídag man helst liggja um 100 krónur.

Tað er Dorius Frederiksberg, ið hevur givið okkum seðilin. Hetta er ein avreiðing, sum pápi hansara, Erling Frederiksberg, gjørdi fyri meira enn 50 árum síðani. Báturin bar navnið Seks Systkin.