Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alivinnan skal rinda 20 mió. kr. til Tórshavnar Kommunu

John William Joensen

Landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum og Føroya Løgmaður boðaðu frá á tíðindafundi í vikuni at ætlanin hjá Landsstýrinum er at alivinnan skal rinda eitt serligt tøkugjald sum tilsamans verður 108 mió. kr.. Av hesum ætlar landsstýrið at lata kommunukassunum 45 %

Norðlýsið hevur fingið hendur á ætlanunum hjá landsstýrinum og har stendur greitt at av teimum 108 mió. kr. sum alivinnan komandi ár fer at rinda í tøkugjaldi er ætlanin at kommunurnar fáa 45%.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skullu hesar 40 mió.kr. bítast eftir fólkatalinum og sostatt er greitt at Tórshavnar Kommuna fær 20 mió. kr. hóast lítið og eingin aling er í Tórshavnar Kommunu. Restin – t.v.s. umleið 20 mió. krónur skullu so bítast eftir fólkatalinum til hinar kommunurnar.