Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yngri Føroyar við betri barsil

Jónleif Johannesen

Samgongan hevur sum eitt av sínum høvuðsmálum, at fáa fleiri ung fólk at seta búgv í Føroyum. Ein liður í hesum arbeiði er at fáa barsilsskipanina longda til eitt ár. Fyrsta stigið er tikið. Hendrik Old, landstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri tingið um at leingja barsilsskipanina upp í 44 vikur. Á tingfundi hósdagin 19. november var fyrsta viðgerð av málinum. Stór undirtøka var millum flokkarnar at fremja hesa broyting, ið longdi barsilsskipanina við 6 vikum. Málið er beint í rættarnevndina og verður jaliga broytingin væntandi sett í gildi 1. janurar 2016.

Onnur átøk vera framd í 2016. Eitt tað dygdarbesta stigið er Barnabeinin. Peningur er settur av á fíggjarlógini, so Barnabeinin kemur eftir ætlan í gildi 1.desember 2016. Barnabeinin gevur familjum 1000 kr skattafrítt fyri hvørt barnið undir skúlaaldur hvønn mánað. Ein longd barsilsskipan og Barnabeinin eru dygdargóð átøk, ið vísa í verki, at samgongan vil betra munandi um korini hjá barnafamiljum í Føroyum. Tað er at gleðast um, at uppskotið um at leingja barsilsskipanina fekk breiða undirtøku á tingi, og vænti eg semju millum allar flokkar í hesum máli.

Vónandi kunnu vit eisini fáa eina breiða semju um Barnabeinan, so øll politiska skipanin í Føroyum greitt sendur boðskapin út” Í Føroyum skulu barnafamiljur hava góð kor at liva undir”.

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin