Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vónin til Klaksvíkar

Vónin

Tá nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum er klárt at taka í nýtlsu einaferð komandi vár, verður sum boðað frá fyrr, eisini virksemið í laksasláturvirkinum í Klaksvík flutt hagar.

Tá nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum er klárt at taka í nýtlsu einaferð komandi vár, verður sum boðað frá fyrr, eisini virksemið í laksasláturvirkinum í Klaksvík flutt hagar.

Hesin snotuligi bygningur kemur tó ikki at standa tómur leingi, tí trol og nótavirkið Vónin hevur ognað sær hann.

Við hesum keypi, fær Vónin munandi betri umstøður til alinótaarbeiði og betrar sostatt um tænastuna til alivirkini, sum hava verið í vøkstri tey nógvu seinastu árini og tí verða raðfest frammaliga í dagliga arbeiðnum á Vónini.

Tá ein stórur partur av alingini í Føroyum er í norðuroyggjum og annað fiskavirksemi eisini, er hetta jú ein kærkomin møguleiki at koma nærri kundanum.

Roknast kann við, at umleið 15 fólk fara at starvast á Vónini í Klaksvík.