Petur J. Svøðstein, skipari, letur væl at hesi vikuni hjá Líðhamri.
Lagið á útróðrarmonnunum umborð á Líðhamri var gott, tá báturin legði at bryggju í Klaksvík at avreiða í morgun.
Petur J. Svøðstein, skipari, letur væl at hesi vikuni. – Vit hava fingið 40.000 pund á 5 túrum, so tað var í lagi. Seinasta vika var líka góð, segði skiparin.
Líðhamar hevur roynt vestanfyri alla vikuna. Hesin seinasti túrurin hilnaðist ikki eins væl sum hinir, tí Líðhamar hevði 4000 pund í dag. Hann hevur havt 57 stampar við hvønn túr og við eru tríggir mans.




