Ætlanirnar sum eru komnar undan kavi í fíggjarmálaráðnum vísa at hendan samgongan vil at trýsta vinnuna enn meira enn undanfarna samgonga, soleiðis at skattur og avgjøld verða enn meira skeiklað í mun til okkara kappingarneytar. Hetta kann gera, at arbeiðspláss fara út av landinum og iløgurnar fara at verða minni, enn tær kundu verði.
Ætlanirnar sum eru komnar undan kavi í fíggjarmálaráðnum vísa at hendan samgongan vil at trýsta vinnuna enn meira enn undanfarna samgonga, soleiðis at skattur og avgjøld verða enn meira skeiklað í mun til okkara kappingarneytar. Hetta kann gera, at arbeiðspláss fara út av landinum og iløgurnar fara at verða minni, enn tær kundu verði.
Vinna í norðoyggjum skal rinda til kommunukassan í Havn og politikkurin hjá samgonguni hóttir beinleiðis føroyskt kappingarføri. Vit kunu staðfesta:
1. At alivinnan betalti methøgan skatt uppá 426 milliónir í 2014 (sí graf viðheft niðanfyri)
2. At samlaða skattatrýstið á føroysku alivinnuna er væl hægri enn hjá okkara kappingarneytum í Noreg, Englandi og Kili (sí graf viðheft niðanfyri)
3. At bara Bakkafrost betalti 264 milliónir í lønum í 2014 og felagið hevur 900 fólk í starvi, flestu av teimum uttanfyri høvuðsstaðarøki
4. At upp ímóti helvtin av laksinum verður virðisøktur í Føroyum beinleiðis til kølidiskar í Europa, og bara hetta skapar arbeiði til 300 fólk
5. At bara Bakkafrost ger íløgur uppá meira enn 1,5 milliardir í Føroyum til tess at tryggja burðardygga vinnu, framtíðar inntøkur og harvið framtíðar vælferð
6. Afturat hesum er Bakkafrost í gongd við at gera nýggjar íløguætlanir, og av hesum verða minst ein hálv milliard gjørd í Norðoyggjum
Men nú ynskir hendan samgongan at trýsta vinnuna enn meira, soleiðis at skattur og avgjøld verða enn meira skeiklað í mun til okkara kappingarneytar. Hetta kann gera, at arbeiðspláss fara út av landinum og iløgurnar fara at verða minni, enn tær kundu verði.
Hetta kemur at ganga mest út yvir útjaðaran. Tann felagskassin sum politikara tosa mest um, er Landskassin, sum teir beinleiðis hava ræði yvir. Hesin peningur verður mest deildur til høvuðsstaðarøkið. Men felagskassin er ikki bara hesin kassin, sum politikarar sita á og deila út av. Í veruleikanum fer allur peningurin, sum liggur eftir í felagnum eftir skatt, eisini í ein felagskassa. Hesin peningur verður m.a. nýttur til íløgur og at tryggja framhaldandi rakstur, so millum annað eisini tann politiskt stýrdi felagskassin eisini í framtíðini kann fáa pening til at deila út av.
Tí kann tað undra okkum, at Vinnumálaráðharrin brúkar meira tíð uppá at finna út av, hvussu hesin skatturin skal eita – leiguskattur ella eykaskattur – heldur enn at tryggja vinnuni kappingarførar karmar, so hon eisini í komandi tíðum kann tryggja Landskassanum inntøkur.




