Seyðabókin eftir Robert Joensen – Forlagið Sprotin 2015.
Forlagið Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen hevur tikið stig til eina nútímans endurútgávu av upprunabókunum hjá Roberti Joensen um føroyskt seyðahald og um tað, ið hongur uppi við hesum av bæði landbúnaðarmentan og av siðsøgu.
Forlagið Sprotin eigur stóra tøkk uppiborna fyri tiltakið, og nú hendan framúr vælgjørda bókin við heitinum Seyðabókin er komin á marknaðin, er ein bæriligur varði settur yvir stóra avrik Robert Joensens.
Seyðabókin er ein samansjóðing av teimum 5 eldru bókum Roberts (Royvið 1958, Greivabitin 1960, Býta seyð og fletta 1968, Vambarkonan 1972 og Ymist um seyð og av seyði 1983), og forlagið hevur á sera hegnisligan hátt megnað bæði at sameina tekstin úr upprunabókunum til eina natúrliga eind, umframt at ríka bókina við eini ørgrynnu av frálíkum myndatilfari. Somuleiðis eru bæði stødd, uppseting og prentlistin í slíkari dygd, sum sømir seg einum tílíkum stórverki.
Í æviskeiði Robert Joensens (1912 – 1997) fóru stórar broytingar fram í føroyskum landbúnaði, har hesin, frá at vera høvuðstátturin í føroyska bygdarsamfelagnum, so líðandi fánaði burtur sum vinnuvegur og varð avloystur av fiskivinnu, fiskavirkisídnaði og síðani øðrum nútímans vinnum í einum alt meira býarkendum samfelagi.
Robert setti sær fyri at skjalfesta ta seyðamentan, ið hevði verið kjølfest í føroyska samfelagnum gjøgnum øldir og upp í hansara samtíð, áðrenn hin nýggja tíðin tók heilt yvir. Fyri hetta dygdararbeiðið veitti Fróðskaparsetur Føroya Roberti Joensen heiðursdoktaraviðurkenning (Doctor honoris causa) í 1990, sum er hægsta sømdartekin, ið lærdur háskúli veitir.
Hóast seyðahaldið í Føroyum ikki hevur tann landbúnaðarvinnuliga týdningin longur, ið einaferð var, so er áhugin fyri seyði og seyðahaldi als ikki fyri nøkrum hóttafalli millum teirra, ið nú eru uppi á døgum. Avbjóðingarnar fyri seyðahaldið í dagsins samfelagi eru tó vorðnar aðrar, enn tær vóru fyri einum stórthundrað árum síðani, tá nógv av heimildarfólkum Roberts vóru virkin.
Nú verður oftari havt á orði um spurningar sum t.d. djóravælferð, jørðoyðing (erosjón), gourmet-mat, nissjuframleiðslu, innifóðring, stráfóður, lækkan av áseyðatali og í seinastuni eisini um ílegualing og flushing.
Robert livdi og virkaði í Klaksvík og í Norðoyggjum, og dastið av tilvísingunum falla tí natúrliga í Norðoyggjum, og serliga á Borðoynni. Men her er avgjørt eisini skeitt til mannagongdir í øðrum sýslum við, soleiðis sum tað eisini sæst aftur í keldulistanum.
Hjá teimum, sum nú virka innan seyðahald í Føroyum, er Seyðabókin eitt avgjørt “must” at hava lisið og at hava sær til at sláa upp í, tí her kann ein ogna sær vitan um sjálvt tilvísingargrundstøðið undir seyðahaldinum í Føroyum.
Frá mínum barnaskúlaárum minnist eg væl, at vit fingu fyri úr pørtum av bókum Roberts. Tá var eisini vanligt, at fjallboð vóru eitt sjálvsagt høvi hjá okkum næmingum at fáa frí úr skúlanum, soleiðis at vit kundu vera uppií hesum arbeiðinum.
Fyri meg hava allar tær neyvu lýsingarnar av ymsu brotpørtunum og fyribrigdunum burtur úr heildini verið sera áhugaverdur lesnaður. Til dømis í sambandi við røkt og rakstur í haganum, í samband við hagfesti, við kjøtdygd og smakk, at gera brundar upp o.s.fr. Í hesum lýsingum og útgreiningum Roberts liggja ivaleyst hópin av spírum til komandi granskingarverkætlanir at gera neyvari rannsóknir í.
Yngra fólkið lærir í dag oftani at fletta á annan og lættari hátt, enn teir gomlu nýttu. Tí er gott, at hin eldri hátturin eisini er so væl lýstur í myndum, at ein saktans kann læra seg at fletta á gamla mátan eftir teimum.
Nú so nógv verður tosað og gjørt burtur úr tí norðurlendsku matmentanini, er tað somuleiðis ein sonn frægd at lesa um allan tann frálíka matin, ið fæst av seyðinum.
Lýsingarnar av íelvinum (instinktinum) í seyðinum eru frálíkar og vísa heilt greitt, at her er talan um harðbalnan og lítið tamdan seyð, samanborið við flestu seyðasløgini á meginlandinum.
Øll viðkomandi orð og heiti eru hegnisliga sett upp í góðum faktaboksum fyri hvønn partin sær.
Treyðugt so, eru eisini nøkur lýti. Onkrir myndaeigarar eru ikki við í yvirlitinum, og eg eri eisini komin fram á nakrar heilt fáar villur í tekstinum. Men her er talan um smálutir.
Fyrr í heyst kom ein onnur frálík bók út um seyð og ársgongdina í seyðahaldinum á gørðunum fram við Kaldbaksfjørð. Talan er um bókina Seyður og seyðahald eftir myndamannin Olaf Schneider, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Hansara bók vendir sær kanska meira til tann vanliga lesaran, og man somuleiðis eisini vera kærkomin lærubók hjá t.d. teimum yngru skúlaflokkunum.
Samanumtikið er heilt fitt av góðum bókmentum um seyð og seyðahald komið á marknaðin hesi seinnu árini, og vísir hettar ivaleyst á tann stóra áhuga, ið seyðahaldið hevur millum manna kring alt landið. Við bókum sum Seyðalitir hjá Gudmundi Niclasen (2007), Seyður Ull Tøting hjá Nicolinu Jensen Beder (2010), Seyður og seyðahald hjá Olafi Schneider (2015) og nú Seyðabókin hjá Roberti Joensen (2015), og ikki minst komandi bókaverkinum um seyðahald, sum Helgi í Brekkunum letur úr hondum seinni í vetur, ber væl til at nema sær hollan kunnleika um hesa týdningarmiklu siðmentan føroyinga. Her er sjálvandi heldur ikki at gloyma alt tað tilfar, ið Kári Thorsteinsson hevur savnað á heimasíðuni www.heimabeiti.fo
Seyðabókin eftir Robert Joensen er eitt vælaverk, ið øll kunnu hava gleði og gagn av at lesa og at eiga.
Tróndur Leivsson




