Fríggjakvøldið frá kl. 20 til 24 skipar Klaksvíkar Handilsfelag fyri serligum átakið, sum ikki hevur verið roynt áður í Føroyum. Fríggjadagurin er altjóða handilsdagur har handlar um allan knøttin eru við í felags átaki.

Handlarnir í Klaksvík lata upp dyrnar kl. 20 og hava opið til kl. 24 ella so leingi sum fólk eru í handlunum.
Í hesum sambandi hava allir handlarnir serlig tilboð fríggjakvøldi.
Annars hava handlarnir opið sum vanligt fríggjadagin – men tey flestu tilboðini verða tá Black Friday tiltakið er fríggjakvøldi kl. 20 til kl. 24.