Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava slept ætlanum at byggja nýtt skip fyri Norðborg

John William Joensen

Kristian Martin Rasmussen, sum saman við synunum Jón, Eyðun og Boga eigur samtakið Christian í Grótinum, váttar, at teir í eina tíð hava arbeitt við ætlanum um at byggja nýtt skip. – Vit høvdu eitt nøktandi tilboð uppá sølu av Norðborg, sum hevði givið okkum nakað tað sama, sum vit bygdu skipið fyri í 2009, men vit hava boðað frá, at vit ikki selja skipið.

Kristian Martin Rasmussen, sum saman við synunum Jón, Eyðun og Boga eigur samtakið Christian í Grótinum, váttar, at teir í eina tíð hava arbeitt við ætlanum um at byggja nýtt skip. – Vit høvdu eitt nøktandi tilboð uppá sølu av Norðborg, sum hevði givið okkum nakað tað sama, sum vit bygdu skipið fyri í 2009, men vit hava boðað frá, at vit ikki selja skipið.


– Eg kann bara vátta tey tíðindi, ið hava gingið sum leysasøgur, at vit hava fingið eitt konkret tilboð upp á Norðborg. Ætlanin var at byggja nýtt skip, og var arbeiðið komið so langt, at tekningar vóru gjørdar. Men við teimum útmeldingunum, sum eru komnar viðvíkjandi nýggju fiskivinnunýskipanini, og serliga tað ávirkan, ið hon fær á uppisjóvarvinnuna, hava vit boðað keyparanum frá, at vit ikki taka av tilboðnum um sølu av Norðborg.

– Uppskotið um løgtingslóg um veiðigjøld og uppboðsølu, sum varð lagt fram í seinastu viku, sum leggur hægri avgjøld  á  vinnuna, ger, at vit hava ongan møguleika fyri at fara undir tílíka verkætlan. Óvissan er ov stór, og tískil vil eingin fíggja. Tað er eisini ógreitt, hvussu nýggju gjøldini skulu býtast millum manning og reiðarí, og alt hetta skapar ófrið, staðfestir Kristian Martin Rasmussen.

– Serliga er tað ætlanin um uppboðssølu av sjálvum tilverugrundarlagnum hjá fyritøkuni, sum ger okkum sera ótryggar. Vit kenna okkum vera komnar á eitt vegamót, tí hóast vinnan leingi hevur eftirlýst tryggar karmar fyri vinnuna, so eru eingin tekin um, at støðan gerst greiðari, heldur tvørturímóti.

– Íløgurnar skulu eisini gjaldast aftur innan rímiliga tíð, so óvissa kann ikki vera um, hvørt vit hava rætt at fiska komandi árini.

– Øll tilfeingisvinna – eisini uppisjóvarvinnan – er tilvitað um, at gjaldast skal til samfelagið fyri rættin at troyta tilfeingið. Vit hava eisini goldið nógvan pening tey seinnu árini. Men gjaldið má standa mát við tann váða og vinning, sum er í virkseminum. Samtakið hjá okkum hevur seinru árini goldið millum 20 og 25 mió. kr. um árið í tilfeingisgjaldi umframt skatt og onnur gjøld, sigur Kristian Martin Rasmussen.