Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Tele setir filtur til aftur

FT

Føroya Tele arbeiðir nú við at seta barnapornofiltrið til aftur. Hetta filtrið skal forða fyri at fólk av óvart fara inn á síður við barnapornografiskum tilfari.

Føroya Tele arbeiðir nú við at seta barnapornofiltrið til aftur. Hetta filtrið skal forða fyri at fólk av óvart fara inn á síður við barnapornografiskum tilfari.

Eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa filtrið dagført. Filtrið hevur tískil verið óvirkið eitt tíðarskeið, men nú verður tað sett í verk aftur.

Í sambandi við at skipanin varð royndarkoyrd, hendi ein feilur í nakrar minuttir fyrrapartin hósdagin. Hetta hevði við sær, at fólk, ið fóru inn á heilt vanligar síður, fingu eina ávaring um, at tey vóru á veg inn á eina síðu við barnapornografiskum tilfari.

“Vit harmast almikið um mistakið, og vit biðja um umbering fyri, at fólk hava fingið ampa av hesum,” sigur Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele.

Jan Ziskasen leggur dent á, at Føroya Tele vil, at fólk skulu kunna ferðast so trygt sum gjørligt á internetinum, og tí verður nógv lagt fyri at fáa hetta filtrið at rigga so væl sum gjørligt.

“Tað hevur tað stóran týdning fyri okkum, at vit kunnu seta eitt barnapornofiltur skjótast gjørligt, sum er so effektivt sum yvirhøvur til ber, so at vit kunnu tryggja okkara kundum ímóti at fara inn á síður við barnapornografiskum tilfari,” sigur Jan Ziskasen.