Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eru í hálvfinaluni

Danial Viðoy

Flogbóltur: Tað eru nú bert fýra lið eftir í donsku steypakappingini. Amager VK eitt teirra, eftir ein 3-2 sigur á útivølli í gjárkvøldi í Odense. – Taptu hinumegin Oyrasundsbrúnna leygardagin.

Flogbóltur: Tað eru nú bert fýra lið eftir í donsku steypakappingini. Amager VK eitt teirra, eftir ein 3-2 sigur á útivølli í gjárkvøldi í Odense. – Taptu hinumegin Oyrasundsbrúnna leygardagin.

Tá ið Amager VK fyrr í hesum kappingarárinum møtti Fortuna úr Odense á heimavølli, vunnu tær greitt 3-0. Men í gjár var sigurin ikki líka greiður, tí sera nógv var upp á spæl. Bæði hálvfinalan og finalan verða avgreidd yvir eitt vikuskifti stutt fyri jól.

Jastrið Jacobsen sigur við Norðlýsið, at tað til tíðir í gjár, vóru nógvir nervar upp á spæl. Hetta elvdi til, at avrikini svingaðu nógv ta fyrstu løtuna av dystinum.

Sett úrslitini vóru  25-20, 15-25, 25-16, 13-25 og 6-15.

Í fyrsta settinum sá tað eina løtu út, at Amager VK fór at vinna, men brádliga mistu tær alt á gólvið. Í øðrum setti tók Amager VK seg saman og vann. Men í triðja setti gekk aftur galið. Tíansbetur reisti Amager VK seg aftur í fjórða og fimta setti, tá ið tær veruliga vísti, hvat var tað sterkara liði. Í fimta settinum vóru tær einu løtuna á odda 13-2.

Taptu leygardagin

Amager VK spældi annars eisini leygardagin í móti svenska liðnum, Gislaved. Tá var talan um ein dyst í Øresundsliga, sum er ein kapping millum 3 donsk og 3 svensk lið. Hetta var fjórði dysturin hjá AVK í hesi kappingini. Amager VK tapti hendan útidystin 3-0.

Eina Kalsø, sum undirritaði fekk orðið á eftir tann dystin, segði, at tann dagin gekk tað ikki, sum tær vildu.

Á Facebooksíðuni hjá liðnum stendur, at tað ikki gekk eftir vild hendan dagin. Í avgerandi løtum, gekk ikki, sum tað annars hevur gingið í ár. Í øðrum og í triðja setti kundi tað eftir stigunum at døma, tað sama verið AVK, ið varð við yvirlutan. Tí settini endaðu 27-25 og 24-26.

Amager VK hevur vunnið ein av fýra møguligum dystum í Øresundsliga í ár. Men í landskappingini hava tær vunnið 4 út av fimm dystum, ímeðan tær eru í millum tey seinastu fýra liðini í steypakappingini.