Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pure Harmony – vøddamýking , naglaviðgerð og vælvera

Oliver Joensen

Brekkustova á Brekkuskákinum 5 í Klaksvík, hevur nógv ymisk tilboð til vælveru, psykoterapi, bailine viðgerð og annað gott.

Elisabeth Bjartalíð Danielsen, terapeutur, hevur júst latið upp enn eina viðgerðarstovu í hølunum í Brekkustovu.

Undir heitinum Pure Harmony, bjóðar Elisabeth massagu, naglaviðgerð og vælveru bæði til kvinnur og menn. Fyri viku síðani vóru vit inni á gólvinum, tá móttøka var. Elsebeth segði okkum, at tað hevur verið tørvur á eini slíkari viðgerðarstovu í Klaksvík.

Tað sum er øðrvísi á Pure Harmony er, at her fært tú viðgerð á einum professionellum umhvørvi. Her eru ymisk onnur faklærd fólk í arbeiði, og tað skapar nakað heilt serligt til slíka viðgerð.

Umframt tað, Pure Harmony kann bjóða, kanst tú eisini fáa bailine viðgerð, psykoterapi og annað mangt, og harafturat hava vit ein felags sal, har ymiskir fyrilestrar verða hildnir. Eisini kunnu fyritøkur leiga seg inn her til smærri átøk.

So, hevur tú hug at gera teg til reiðar til eitt nú jólafrokostar, jólahald og annað, so er at fáa sær eina vælveruviðgerð her hjá okkum, sigur Elisabeth B. Danielsen, terapeutur.