Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jacob og Bjørn: Takið uppskotið um lækkandi inntøkumarkið aftur!

Politikkur

Framsøgumenninir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum halda lítið um uppskotið frá Rigmor Dahl, um at lækka inntøkumarkið hjá lesandi, áðrenn tey vera trekt í studningi.

Framsøgumenninir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum halda lítið um uppskotið frá Rigmor Dahl, um at lækka inntøkumarkið hjá lesandi, áðrenn tey vera trekt í studningi.

Í dag er 1. viðgerð av uppskoti um inntøkumarkið hjá lesandi, har samgongan ætlar at lækka inntøkumarkið soleiðis, at tá ein tjenar meir enn 180.000 krónur um árið, so verður ein trektur í lestrastuðli. Í uppskotinum stendur eisini, at hetta fer at gera, at fólk fara at fáa minni hug at arbeiða.

Bjørn Kalsø var framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum og hann vísti á, hvussu núverandi flokkar í samgonguni undan valinum róptu um, hvussu betri umstøður skuldu vera hjá teimum lesandi. Men síðani samgongan kom til, so vóru tilsamans 8,2 milliónir tiknar frá teimum lesandi á ymsan hátt, segði ein sera kritiskur Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum, sum helt sera lítið um hetta uppskotið.

Dugi ikki at ímynda mær til at hvørki eg ella Sambandsflokkurin fara at taka .

– Vónandi verður hetta varpað úr løgtinginum og tað ongantíð og skjótt, segði Bjørn Kalsø.

Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum var samdur.

– Tað skal ikki loysa seg at arbeiða. Hvørki sum ungdómur, vinna ella einstaklingur, tí so koma vit og revsa tykkum fyri tað tykist vera boðskapurin hjá hesi samgonguni. Eg haldi, at loftið skuldi verið tikið burtur fyri inntøkumarkið hjá teimum lesandi. Men hyggja vit eftir borgarstjórunum sum sita á tingi, so kunnu hesir røkja fleiri arbeiðir í senn og tað er eingin trupulleiki hjá hesum persónunum, sum sita í samgonguni. Men tey lesandi kunnu ikki arbeiða, tí so gongur tað útyvir lesturin, segði Jacob Vestergaard.