Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Syngið við kvøld í Leirvík við Harmonikuvinum

Tíðindaskriv

“Syngið við” kvøld, saman við Harmonikuvinum, verður í Missiónshúsinum í Leirvík leygarkvøldið 28. november.

“Syngið við” kvøld, saman við Harmonikuvinum, verður í Missiónshúsinum í Leirvík leygarkvøldið 28. november.

Umleið 12 harmonikur koma at spæla saman við klaveri, gittara og trummum.

Fólkið fær sjálvandi eisini høvi at syngja saman við spælarunum. Vit fara at syngja nógvar, góðar og kendar andaligar sangir. Tað er ikki neyðugt at hava sanghefti við, tí sangirnir verða vístir uppá lørift.

Eisini verður ein stutt andakt við Árna Jacobsen.

Sangløtan byrjar kl. 20og varir ein góðan tíma.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til “syngið við kvøldið”.

Høvi verður eisini at fáa ein kaffimunn eftir sangin.

Øll eru hjartaliga vælkomin!