Í dag 27. november kl. 16 varð almenn móttøka í Gamla Seglhúsinum – hetta sum karmur um, “Lívið er mítt listaverk”, ævisøga, Steintór Rasmussen hevur skrivað við 400 blaðsíðum, og sum hann legði fram.
Í dag 27. november kl. 16 varð almenn móttøka í Gamla Seglhúsinum – hetta sum karmur um, “Lívið er mítt listaverk”, ævisøga, Steintór Rasmussen hevur skrivað við 400 blaðsíðum, og sum hann legði fram.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnidni hildu røðu og Pætur við Keldu spældi frálíkan tónleik.
Steintór hugleiddi um bókina og takkaði Marjuni Ziskason fyri ritstjórn, Edward Fuglø fyri góð ráð og Eyðbjørn Jacobsen fyri kápumyndina. Síðani handaði Steintór børnum sín, Anniku, Rasmus og Rakul fyrstu eintøkina av bókini.
Nógv fólk vóru komin saman at heilsa uppá høvundan. Eisini vóru nógv, ið ognaðu sær bókina og fingu rithøvundan at skriva í bókina – ein snotlig og áhugaverd bók. Eisini var leskandi og lættari ábit á skrá.
LÍVIÐ ER MÍTT LISTAVERK
Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, frá skúlaárunum, har námsfrøði var eitt fremmandaorð. Við vegamót í Klaksvík, har valið stóð ímillum vín ella Várharra. Eru út á gøtununum í stríðnum fyri eini innihaldsríkari frítíð og ungdómshúsi í heimstaðnum. Eru við gittara og sangi í kravgongum fyri friði og eini javnbjóðis framtíð.
Vit hoyra um Frændur, hvørs sangir eru fólkaogn í Føroyum, Studio Pegasus, sum vildi gera Klaksvík til tónleikahøvuðstað í landinum, hoyra um Kular Røtur, sum læt upp eina nýggja og livandi barnaverð, Frigg á norðuratlantiskum aldukambi og Summarfestivalin, har øll syngja við og hittini hittast.
Steintór hevur laðað varðar á leiðini og skrivar nú eina ævi- og samtíðarsøgu.




