Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólakonsert og bókaútgáva

Tíðindaskriv

Aftur í ár fer Báta- og listasavnið í Leirvík at vera karmur um eina fjølbroytta jólakonsert. Tað eru Monika Stauss Joensen (á violin) og Birgitte Schnakenburg (á flygul) sum fara at framføra. Børn úr Leirvíkar skúla syngja.

á Bátasavninum í Leirvík

29.novembur kl.16

Aftur í ár fer Báta- og listasavnið í Leirvík at vera karmur um eina fjølbroytta jólakonsert. Tað eru Monika Stauss Joensen (á violin) og Birgitte Schnakenburg (á flygul) sum fara at framføra. Børn úr Leirvíkar skúla syngja.

Á konsertini spæla Monika Stauss og Birgitte Schnakenburg løg eftir Rieding, Bach, eitt russist folkalag, Saint Saéns og Méditaión av Tchaikovsky.

Hendan dagin verður nýggja barnabókin hjá Moniku Stauss Joensen og Kristfríð Tyril “Bartal og Bjarni”, løgd alment fram.

Monika Stauss Joensen hevur skrivað tekstin til bókina og útvegað tilfar til myndirnar. Kristfríð Tyril hevur tikið allar myndirnar, sett bókina upp og gjört hana prentklára.

Myndirnar eru tiknar runt í Föroyum og helst er hetta fyrsta bókin av sínum slag.

Høvi verður at ogna sær bókina “Bartal og Bjarni” signeraða fyri kr. 198,-….. so kunnu kanska nakrar jólagávur bjargast.

Tiltakið er uml. ein tíma. Eingin steðgur verður, men aftan á konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og eitt prát.

Øll eru hjartaliga vælkomin til jólakonsertina á Leirvíkar Báta- og listasavni, fyrsta sunnudagin í advent, 29. novembur kl.16.