Vit hava hugt eftir upplýsingunum um nýggjasta keypið hjá KÍ.
KÍ kunngjørdi fyrr í kvøld, at felagið hevur fingið tilgongd av 29 ára gamla Ahmed Mujdragic, sum er frá Serbia.
Talan er um leikara, sum hevur nógvar royndir á høgum støði. Hann er uppvaksin í Serbiska FK Novi Pazar, har hann spældi fram til 2008. Har spældi hann 125 dystir fyri FK Novi Pazar í næstbestu deildini í Serbia.
Frá 2009 og fram til 2011 spældi Mujdragic 62 dystir fyri Shkumbini Pegin í bestu deildini í Albania.
Kappingarárið 2011/2012 spældi hann 25 dystir fyri FK Hajduk Kula í bestu deildini í Serbia.
Kappingarárið 2012/2013 fór hann aftur til barndómsfelagið og spældi 12 dystir við FK Novi Pazar í bestu deildini í Serbia.
Kappingarárið 2013/2014 spældi hann 21 dystir fyri FK Celik Niksic í bestu deildini í Montenegro.
Kappingarárið 2014/2015 spældi hann 14 dystir fyri Gaz Metan Medias í bestu deildini í Rumenia.
Sostatt er talan um leikara, sum hevur spælt nógvar dystir á hægsta stigi í deildum í eystur Europa. Niðanfyri eru nøkur youtube brot av nýggja KÍ leikaranum.




