Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hilbert Elisson á ting

Oliver Joensen

Í dag fær Javnaðarflokkurin ein nýggjan tingmann. Tað er HilbertElisson, sum tekur sæti á tingi fyri Kristin Michelsen, ið hevur biðið umfarloyvi.

Hilbert Elisson, sum er úr Vestmanna, er 44 ára gamal, byggifrøðingurog arbeiðir vanliga sum verkætlanarleiðari í byggideildini hjá Landsverki.Hilbert er í bygdaráðnum fyri Vestmanna kommunu, har hann er formaður íteknisku nevnd umframt limur í fíggjar- og havnanevnd.

Hilbert Elisson verður í tinginum, til Kristin Michelsen boðar frá, athann kemur aftur.

Javnaðarflokkurin fegnast um, at nýggjarrøddir fáa møguleika at royna seg á tingi og ynskir Hilberti Elisson vælkomnum.

 

Harleywoodpaint