Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrið uttan verju í løgtinginum

John William Joensen

Tað var merkisvert at upplivað at sjálvur løgmaður kendi seg noyddan at taka orðið í løgtinginum í gjár í einum so lítlum málið sum afturbering av MVG til KVF. Men síðan nýggj samgonga var vald hevur “gamla gardan” sum fyri stóran part mannar andstøðuna á tingið havt frítt spæl.

Tað var merkisvert at upplivað at sjálvur løgmaður kendi seg noyddan at taka orðið í løgtinginum í gjár í einum so lítlum málið sum afturbering av MVG til KVF. Men síðan nýggj samgonga var vald hevur “gamla gardan” sum fyri stóran part mannar andstøðuna á tingið havt frítt spæl.

Nývalda løgtingið bleiv fyri stóran mun mannað við nýggjum og óroyndum tingfólkum og tá landstýrið varð mannað duttu enn fleiri óroynd fólk inn í løgtingið og hetta hevur í ólukkumát – fyri samgonguna – merkt arbeiði í løgtinginum.

Serliga nýggji formaðurin í fíggjarnevndini hevur trupult at finna rætta beinið tá svarast skal í løgtinginum og meðan andstøðulimir við drúgum royndum skjóta frá hoftini noyða samgongulimir at koma við umberingum og taka uppskot aftur. Hetta má hava skapt stórar frustratiónir í landstýrinum. Tí hava landstýrisfólk í heilum verið at sæð á tingsins røðarapalli og gjørt viðmerkingar til mál sum ikki eru partur av teirra málsøkið – nakað sum hevur verið óvanligt.
Eitt er at stilla upp og luttakað í almennum kjaksendingum – annað er at fá politisk ynskir framda við lóg í løgtinginum – har allar uppraðfestingar samstundis merkja at onnur økið – veljarar – verða niðurraðfest. 
 

Málið um løgtingsins umboðsmann bleiv eisini eitt rumbulsmál, sum endaði við tí at politiska leiðslan í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum kravdi at samgongan stemmaði fyri verandi umboðsmanni og endin var at samgongan bleiv avgerandi fyri at sami persónur frameftir skal hava eftirlit við m.a. ráðharrastovunum hjá Landsstýrinum.

Tó eru tey nýggju tingfólkini farin at bíta frá sær, men tað fer at taka tíð og byrjanin hevur verið merkt av at óroynd fólk mannað týðandi postar í nýggja løgtinginum.