Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking til grein í Norðlýsinum 02.12.15

Norðlýsið

Undir yvirskriftini ”Miðøkið hevur kapitaliserað síni fiskiloyvir og skúma fløtan”

Í greinini nevna tit skip, sum ”eru seld fyri nógvar pengar til onnur at stríðast fyri at behalda fiskirættindi og loyvi til, fløtin er longu skúmaður í Havn”

Nógv skip eru nevnd, men her skal bert gerast viðmerkingar til tey, ið hoyrdu til P/f Bacalao, P/f Kimbil, Aksel sála og undirritaða.

Nevnd eru hesi skip:

Brestir

Hallarklettur

Mýlingur

Grímur Kamban

Kallsevni

Skansatangi

Research

Beinir /frystitogari í Barentshavinum)

Viðmerking: Hallarklettur varð keyptur úr Noregi í 70 unum, umbygdur í

80 unum. Umbyggingin gjørdi ikki, at hann fiskaði betur, tvørturímóti og undir upphøgginarpakkanum (seint í 80 unum) varð veiðiloyvið og fiskiloyvir latin landsstýrinum fyri 14 mill kr. , meðan skuldin hjá felagnum var uml. 18 mill. kr.

Mýlingur hjá P/f Kimbil, keyptur úr Noregi 1972, royndist væl øll árini.

P/f Kimbil keypti í 90 unum veiðiloyvið frá felagi í Skopun, ið átti trolaran Strembing. Løgdu veiðiloyvini saman og høvdu tí møguleika at keypa størri

ísfiskatogara, sum fekk navnið Beinir.

Felagið, ið átti Skansatanga og Research keypti veiðiloyvi frá trolaranum Skoraberg. Hendan trolara við veiði/fiskiloyvum keyptu klasvíkingar í 90 unum á tvingsilssølu fyri 1,6 mill. kr.

Seldu hann til útlandið fyri nakað meira enn keypsprísin og seldu okkum veiði- fiskiloyvi fyri 2 mill. kr.

Skoraberg loyvið varð lagt saman við Skansatanga og Research fyri at fáa nóg mikið av tonnagu til at keypa Grím Kamban og Kallsevna.

Skansatangi og Research vóru seldir fyri stálprísin.

Brestir bygdur í Noregi 1986 keyptu vit aftur á tvingsilssølu í januar 1994 og hann kláraði seg væl øll árini, men vit gjørdu tað mistak at lata hann galda fyri undirskotið hjá parinum Grími Kamban og Kallsevna.

Vit gjørdu tá avtalu við SP/f Vesturskin, sum børnini hjá Jósup Henriksen, sála høvdu tikið yvir, tá hann var farin, um at yvirtaka allar trolararnar hjá okkum.

Jósup var eg komin at kenna í lemmatrolarafelagnum. Ein heiðursmaður, sum bert hugsaði um fiskivinnuna og ikki spekulatión í veiði- og / ella fiskiloyvum.

Vit bjóðaðu ikki okkara skip við loyvum til sølu til hægstbjóðandi, sum møguliga vildi verið strámaður fyri útlendingar, men samdust við SP/f Vesturskin um eitt gjald fyri øll fýra skipini: Brestir, Beinir (nú Vesturleiki) Grím Kamban og Kallsevni (Vesturvarði og Vesturskin).

Áðrenn vit tóku avgerð um at selja vóru útlendingar tilreiðar at skjóta pening

inn, men vit vildu ikki býta ræðisrættin við útlendingar, tí tilfeingið við/undir

Føroyum skulu føroyingar eiga og ráða yvir og gjørdu tí avtalu við

SP/f Vesturskin, sum bert hevur føroyskan kapital.

Beinir (frystitogarin í Barentshavinum) var fyrrverandi Skálafjall, sum fekk loyvið í Barentshavinum hjá Nónhamri, sum landið átti.

Vit keyptu hann á tvingsilssølu og mistu hann aftur á tvingsilssølu í 90 unum.

Góða advent

Poul Hansen