Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kurt Mørkøre fingið venjarastarv í Kristiansund

Jákup Ósá

KÍ legendan hevur fingið nýtt venjarastarv í Noregi.

KÍ legendan hevur fingið nýtt venjarastarv í Noregi.

Talan er um starv í felagnum Kristiansund.

– Kristiansund spælir í næstbestu deildini, men mítt starv er fyri talentliðið hjá Kristiansund. Hetta liðið spælir í 4. deild, men er eisini við í kapping móti talentliðunum hjá Rosenborg, Molde, Levanger, Hødd, Ranheim og Ålesund. Eg skal menna ungu leikararnar í felagnum til at taka stigið frá talentliðnum og til besta liðið, sigur Kurt Mørkøre í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Kurt Mørkøre hevur seinastu árini verið venjari í Noregi og við hesum nýggja starvinum heldur hann fram við hesum.