Illveðrið ger sítt til, at nærumeingin bátur er til fiskiskap. Teir sum ikki liggja við bryggjuliggja og kroka millum oyggjarnar.
Tað er av ringasta veðri í dag ogsambært veðurforsøgnunum heldur hetta veðrið fram til á middegií morgin. Veðrið ávirkar fiskiskapin undir Føroyum nógv. JákupB, Pison og Grønanes liggja við bryggju í Klaksvík eins og fleiri aðrirtrolarar. Út fyri Viðvík liggja trolararnir Heykur, Falkur ogíslendski Venus og kroka, meðan Núpur liggur í Svínoyarfirði.Eystanfyri Fugloynna liggur Kvikk. Annars eru eisini fleiri trolarar,sum kroka eystanfyri Sandoynna og onkur liggur eystanfyri suðuroynna.
Veðurforsøgnin sigur frá óstøðugum veðri komandi dagarnar.




