Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvannasunds Kommuna: Skattaprosentið niður – barnafrádráttin upp

Tíðindaskriv

Hvannasunds bygdaráð samtykti á fundi 30. november at lækka kommunuskattaprosentið fyri 2016 niður á 19,9. Barnafrádrátturin hækkar harumframt til 7.000 kr.

Bygdaráðið hevur eisini samtykt at lækka prísin fyri barnaansing í kommununi. Gjaldið fyri vøggustovupláss verður frá 1. januar 2016 at rokna 1.400 kr., fyri barnagarðspláss 1.100 og fyri frítíðarskúla 700 kr. um mánaðin í 11 mánaðir. Systkinaavsláttur verður 25% fyri tvey børn, og er talan um 3 ella fleiri børn er triðja barnið ella fleiri ókeypis. Á henda hátt ynskir kommunan at veita barnafamiljunum ein lætta.

Í kommununi er dagførdur og væl útgjørdur barnaskúli og ansingarstovnur fyri børn frá 0 ár til og við 3. flokk.

Komandi ár 28. august verður bygdin Norðdepli 150 ár, og er ætlanin at gera nakað burtur úr hesum haldinum.