Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Líðhamar var úti í illveðrinum

Jákup Ósá

Hóast veðrið ikki hevur verið tað besta seinasta døgnið, so var Líðhamar úti í nátt. Hann royndi norðanfyri og gjørdi ein góðan túr. Líðhamar fekk 8500 pund, har størsti parturin er toskur og hýsa. 

Útróðrarbátarnir hava fingið væl av fiski seinastu vikurnar og prísurin hevur eisini verið góður. Illveður hevur tó argað til tíðir, men komandi dagarnar verður ikki boðað frá nógvum vindi, so helst verður nógvur útróður komandi dagarnar. Móti vikuskiftinum verður harður streymur, so tá verður neyvan ráðiligt at fara avstað.