Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ legenda seksti

Oliver Joensen

 Í dag fyllir Petur Andreasen (e) Klaksvík 60 ár. Petur spældi við besta KÍ liðnum frá 74 og langt upp í 80 ini. Í síni fótbóltstíð, var hann kendur fyri at vera ein sera sterkur spælari. Driblitúrarnir hjá Peturi vóru sera vandamiklir fyri mótstøðuliðini. Hann helt bóltin tætt at sær og mangir vóru teir mótspælararnir ið lógu flatir eftir at hava gjørt eina roynd at fáa bóltin frá framúr sterka og herðabreiða klaksvíkinginum. Hann var eisini serliga kendur fyri sínar framúr neyvu longu avleveringar.

Hjartaliga tillukku við degnum ynskja vit á Norðlýsinum.