Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League verða spældir í kvøld og í morgin. Manchester United møtti Wolfsburg á útivølli, men mátti taka til takkar við einum 3-2 tapi.
Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Champions League verða spældir í kvøld og í morgin. Manchester United møtti Wolfsburg á útivølli, men mátti taka til takkar við einum 3-2 tapi.
Sigurin bar við sær, at Wolfsburg endaði á fyrsta plássi í bólki B, ímeðan Eindhoven, sum á heimavølli vann á CSKW Moskva, endaði á øðrum plássi. Manchester United endar á triðja plássi og fær har við atgongumerki til Euro League.
Tað var annars Manchester, sum kom á odda tíðliga í dystinum, men Wolfsburg vendi hesum skjótt og í hálvleikinum var støðan 2-1 til heimaliðið. Í 82’ minutti javnaði Manchester aftur, men teir høvdu ikki meira enn fingið armarnar niður aftur, tá ið Wolfsburg legði lok á dystin við endaliga málinum til 3-2.
Úrslit
Bólkur A:
Paris Saint Germain – Shaktar Donetsk 2-0
Real Madrid – Malmø 8-0
Bólkur B:
PSV Eindhoven – CSKA Moskva 2-1
Wolfsburg – Manchester United 3-2
Bólkur C:
Benfica – Atletico Madrid 1-2
Galatasaray – FC Astana 1-1
Bólkur D:
Manchester City – Borussia Moenchengladbach 4-2
Sevilla – Juventus 1-0
Stigatalvurnar eftir endaligu dystirnar í kvøld síggjast niðanfyri:




