Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íløgur í borgaran og lægri skatt! – 2. partur

Signhild V. Johannesen

Í fyrra parti greiddi eg frá um rakstur og raðfestingarnar hjá Klaksvíkar kommunu í 2016. Fari her at greiða frá íløgunum vit gera í 2016.

Íløgurnar í 2016

Íløgurnar eru raðfestar til børn, ung, mentanarfólk, ítróttarfólk, gongufólk og annars brúkarar av býnum.

Skúlin á Skúlatrøð

Í 2016 verða 17 mió. kr. nýttar til nýggja skúlan á Skúlatrøð. Hetta er av teimum 100 mió. kr. sum skúlin samanlagt kemur at kosta. Komandi skúlin á Skúlatrøð, og verandi Ósáskúlin, verða ein stórur og stásiligur samanlagdur skúli. Ein skúli sum kemur at rúma, lyfta og menna okkara ungdóm. Skúlatrøð fer at hækka munandi um verandi skúlaumstøður. Og fer Skúlatrøð at vera ein nýmótans skúli har vit læra av hvørjum øðrum, læra at vera saman, samstundis sum vit skulu klára at standa á egnum beinum.

Mentanarpallur

Posthúsætlanin bleiv tíanverri eitt sindur seinkað. Hetta tí, at broytingar blivu gjørdur í samansetingini av føstu brúkarunum í húsinum. Vit hava brúkt hesa tíðina at finna útav, hvat vit skulu hava inn í mentanarhúsið, og eisini hvat hóskar seg betri aðrastaðnis. “An eye-opener”. Komandi ár eru 2,2 mió. kr. settar av, og ætla vit at koma so mikið áleiðis við verkætlanini í 2016, at rættulig gongd kann setast á verkætlanina í 2017. Endamálið er, at savna fleiri mentanarligar og listaligar greinar undir sama taki, sum meta vit verður til stórt gagn fyri brúkararnar. Brúkararnir av mentanarhúsinum fara at fáa innlit í aðrar listagreinar, enn sínar egnu. Teir fáa møguleikan at kenna og skilja hvat hini fáast við.

Rennibreyt

Tær avsetingar til íløgur sum vit ikki brúktu í ár, verða fluttar til komandi ár. Her hugsi eg serliga um rennibreytina. Fíggjarætlanini fyri 2015 setti 2 mió. kr. av til rennibreytina, men henda upphædd er nærum óbrúkt. Komandi ár koma vit á mál við ognartøku av lendinum til rennibreytina, og so verður arbeitt víðari við projektering, planering o.s.fr.

Spillivatnsætlanin

Í nøkur ár hevur kommunan gjørt íløgur í kloakkir, har vegir og tún hava verið uppgrivin. Hetta er sjálvsagt keðiligt fyri tey tað rakar, men neyðugt fyri at fáa hetta týdningarmikla arbeiðið fullført. Til spillivatns og sjóhitaætlanina, seta vit av 8,4 mió. kr. um árið fram til 2022. Tá vit eru komin á mál við spillivatnsætlanini, umframt sjóhita til kommunalu bygningarnar sum liggja í miðøkinum, kunnu vit fegnast um, at vit í Klaksvík hava ein reinan og umhvørvisvinarligan bý. Eingin framtíð uttan íløgur í umhvørvið. Eitt reint umhvørvi, har lív og sál kunnu trívast og nørast. Tí eru kloakkir, rør og alt tað sum rennir út í áirnar, og sum kanska ikki virkar so áhugavert, ein neyðug treyt fyri trivnað og umhvørvi.

Vegir

Til vegir, gongubreytir og kantar eru settir av 4,9 mió. kr. Hetta eru væl útgivnir og hart tiltrongdir pengar. Tað eru økir í býnum sum enn ikki hava fingið gongubreytir, og onnur økir sum hava niðurslitnar gongubreytir. So vónandi koma vit longri á leið við hesum í komandi fíggjarári.

Ein framskygd fíggjarætlan fyri 2016, har vit gera íløgur í borgaran, lækka skattin og tryggja okkum framtíðina.

Eini gleðilig jól til tykkum øll, og eitt av harranum signað nýggjár.

Signhild V. Johannesen, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu