Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjartur Nolsøe nýggjur stjóri á Íverksetarahúsinum

Oliver Joensen

Í tí sambandi varð móttøka í Íverksetarahúsunum á Gørðum. Til høvið, segði borgarstjórin Jógvan Skorheim nøkur orð, sum vit endurgeva niðanfyri:

Góði Bjartur.

Sum stjóri í Íverksetarahúsinum fert tú nú at hava tína dagligu gongd her í søguliga kontórinum hjá Kjølbro – eitt av Føroya bestu dømum um ein íverksetara.

Tað hevur heilt sikkurt eitt ávíst symbolskt virði, og tað leggur eisini støðið rættiliga høgt.

Nú ert tú ikki ættaður úr Klaksvík, men eg gangi allíkavæl út frá, at tú hevur hoyrt okkurt um, at Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum 🙂

Alt gott um tað, tí í Klaksvík eru vit sanniliga errin av okkara fiskivinnu, og gamaní er hendan vinnan framvegis høvuðsæðr her í útjaðaranum.

Men fiskivinnan hevur altíð verið, og fer helst eisini altíð at vera, myndað av íverksetum.

Eldhugaðum íverksetum, sum tora at droyma, vóna og satsa uppá tað góða hugskotið.

Vit kenna óteljandi søgur um egnarar, útróðrarmenn og skiparar, sum við dirvi og árræði hava lagt lunnar undir økt virksemi, og við árunum eru blivnir reiðarar við góðum úrslitum.

*****

Ígjøgnum tíðina hevur føroyska samfelagið eisini ment seg, og vinnugreinarnar eru blivnar fleiri í tali.

Eg havi ofta hoyrt fólk sagt, at: ”Ull var Føroya gull, men nú er fiskurin blivin tað”.

Tað er ein vissur sannleiki í hesum. Men vit mugu eisini altíð vera klár at heilsa møguleikum fyri nýggjum vinnugreinum.

Tær nýggju vinnugreinarnar halda samfelagsmenningini uppi, og tær styrkja samstundis ta meira kendu og etableraðu vinnuna.

Ígjøgnum ár og dag hava vit í Klaksvík sæð óteljandi hugskot blíva til veruleika.

Tey fevna um alt hugsandi virksemi.

Kaféir, handlar, tiltøk, hondverk, ferðavinnutilboð og aðrar kreativar fyritøkur, sum menna okkara bý og samfelag, og sum gera tað eitt sindur stuttligari at búgva í Klaksvík.

Íverksetarahúsið eigur at vera ein tryggur og dyggur bulur, haðani nýggju vinnugreinarnar kunnu spretta og blóma. Hetta vænti eg av stovninum, og hetta vænti eg eisini av tær sum leiðara.

Hesa seinastu tíðina hava vit í býráðnum valt at raðfesta Íverksetarahúsið uppaftur hægri. Vit hava sett nógvar pengar í at betra um karmarnar og um virksemið í húsinum.

Húsið her hevur eisini verið við til at bera nakrar av okkara politisku ætlanum út í veruleikan.

Til dømis kann eg nevna Startup International-kappingina, sum varð hildin her fyrr í ár, har tilflytarar kundu royna síni hugskot.

Fleiri fyritøkur hava síðani sæð dagsins ljós, sum beinleiðis úrslit av væleydnaðu kappingini.

*****

Tað er stutt ímillum tey góðu og kreativu hugskotini í Klaksvík, og tí eri eg fullvísur í, at tú hevur eina spennandi og avbjóðandi framtíð í væntu her í húsinum.

Vit í Klaksvíkar kommunu gleða okkum til okkara samstarv og til eina ”Bjarta” framtíð í Íverksetarahúsinum.

Vegna okkum øll í kommununi, vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku við starvinum.

Takk fyri.