Bátarnir vóru seinir aftur í kvøld.
Líðhamar avreiðir hvørja løtu eftir fjórða góða túrin hesa vikuna.
Útóðrarbátarnir hava verið úti í nátt og í dag. Teir flestu vóru seinir aftur. Bragd og Kallanes avreiddu fyrr í kvøld. Bragd hevði 8000 pund og Kallanes 6000 pund. Líðhamar avreiðir seinni í kvøld og hann hevur 10.000 pund. Hetta hevur verið ein rok vika hjá Líðhamri, sum hevur fiskað umleið 40.000 pund uppá fýra túrar hesa vikuna. Á bryggjuni vistu teir einki frá Norðsøka, sum hevur havt trupulleikar við at drigið og ikki er afturkomin enn.
Túrarnir hjá Líðhamri hesa vikuna:
7. desember: 9500 pund
8. desember: 8500 pund
9. desember: 12.000 pund
11. desember: 10.000 pund




