Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit koma longst við at lyfta í felag

Oliver Joensen

Tað segði Hákun Djurhuus, stjóri á SEV í býráðshøllini í Klaksvík í dag. Við hesi løðistøðini, sum er tann fyrsta av sínum slag í landinum, eru vit komin nærri at elektrifisera Føroyar og harvið minka um útlát. Røðan, sum Hákun helt er prenta niðanfyri:


Løðistøðin í Klaksvík alment tikin í nýtslu

Røða – Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

týsdagur, 15. desember 2015

Vit hava í dag sett enn ein varða í tilgongdini at elektrifisera Føroyar. Løðistøðin her í Klaksvík er eitt týðandi stig á grønu kósini.

Talan er um fyrstu skjóttløðandi løðistøð til elbilar, og hon skumpar okkum eitt fet nærri elektrifiseringini, har elbilar á føroysku vegunum komandi árini verða ein týðandi partur av tilgongdini at gera Føroyar grønar.

Samstarvið við Klaksvíkar kommunu má sigast hava gingið sera væl í hesum máli. Vit sendu eitt skriv, og eftir einari viku høvdu vit avtalu við kommununa um, hvar løðistøðin skuldi setast upp. Tað er veruliga ein grønur áhugi.

Tað hevur alstóran týdning, at vit fáa sett ítøkiligar varðar á grønu leiðini frameftir, soleiðis at fólk í roynd og veru síggja elektrifiseringina breiða seg um landið.

Virkni leikluturin, sum landsstýrið hevur átikið sær, tá talan er um grøna orku, er dømi um eina slíkan varða. Í samgonguskjalinum stendur m.a., at í minst lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innanfyri 10 ár hitast við grønari orku, og at í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku.

Tað hevur ómetaliga stórt virði, at landsstýrið á henda hátt vil ganga á odda og taka undir við grønu kósini, sum vit í SEV hava sett okkum fyri. Eg eri sera fegin um góðu viðurskiftini við landsstýrið. Og eg gleði meg eisini at síggja eina miðvísa ætlan, sum raðfestir útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum, soleiðis sum landsstýrið eisini hevur ásett í samgonguskjalinum.

Løðistøðin her í Klaksvík, har kommunan sjálv í sama viðfangi eisini hevur útvegað sær tveir elbilar, er dømi um ein annan varða á grønu leiðini.

Vit ætla at seta næstu løðistøðina upp í miðbýnum í Havn. Síðani er í fyrstu atløgu ætlanina at seta støðir upp á Flogvøllinum, í Eysturoynni, í Sandoynni og í Suðuroy.

SEV metir løðistøðirnar vera ein týðandi liður í tilgongdini at elektrifisera Føroyar á grønu kósini frameftir, sum hevur til endamáls at gera Føroyar óheftar av olju í 2030.

Vit koma longst við at lyfta í felag, og tað er dagurin í dag eitt gott dømi um.

Takk fyri.