Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðulskonsert til frama fyri Í menniskjum góður tokki

Danial Viðoy

Politisku ungmannafeløgini fara hesi jólini at skipa fyri einari stuðulskonsert til frama fyri Í menniskjum góður tokki.

Politisku ungmannafeløgini fara hesi jólini at skipa fyri einari stuðulskonsert til frama fyri Í menniskjum góður tokki.

Tað skrivar PolUng, sum er felagsheiti fyri politisku ungmannafeløgini í Føroyum.


Konsertin verður í Perluni í Tórsgøtu hóskvøldið 17. desember kl. 19.30.

PolUng skrivar, at tað eru væl dámdir tónleikarar, sum koma at framføra:

Tað eru sera væl dámdir tónleikarar, sum koma at spæla: Høgni Reistrup, Signar í Homrum, Jens Marni og Elinborg Pálsdóttir.

Eisini verður søla av køkum, kaffi og ymsum øðrum góðum.

Atgongumerki fáast við dyrnar, og kosta 50 krónur. Allar inntøkur fara óskerdar til Í menniskjum góður tokki, endar PolUng sítt tíðindaskriv.