Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framfýsnir klædnahandlar á bygd

Tíðindaskriv

75 % av stylistunum hjá Sýran Design brúka vitan sína professionelt. Hetta eru høg tøl, sum vísa á holla vitan, skapandi íverksetan eins og vilja til at finna loysnir og møguleikar bæði her á landi og.

75 % av stylistunum hjá Sýran Design brúka vitan sína professionelt. Hetta eru høg tøl, sum vísa á holla vitan, skapandi íverksetan eins og vilja til at finna loysnir og møguleikar bæði her á landi og.

“Við livandi áhuga, forvitni og opinleika arbeiða tær av øllum alvi fyri at røkka altjóða støði bæði innan persónsavlesingar og kreativar samansetingar. Málini eru høg, tilfeingi heimligt og kann onkuntíð tykjast heldur solti. Og tó megna tær, hvør á sín hátt, við markleysum hugflogi og vælvandum eygum at arbeiða seg fram til slóðbrótandi úrslit í eini støðugari leitan eftir tí nýggja, sum hóskar til júst tað fólki, tær arbeiða við. Ymiskleikin og dygdin er ein fongur fyri vinnuna, bæði her heima og uttanlanda, nú tær fyrstu eru farnar av landinum. “ sigur Katrina í Geil, stylistur og designari, sum er høvuðsundirvísari.

Stylistútbúgvingin hjá Sýran Design hevur eisini í hesum føri verið brúkt til førleikamenning innan so ymisk fakøki sum hárfríðkan, skraddari og make-up artistur. Vitanin, venjingin og víðskygni frá klædnaverðini eru við til at endurnýggja fatanina av tí kenda, broyta mannagongdir og skapa nýggjar, ofta sermerktar loysnir, fakinum og kundunum at frama.

Til gleði fyri kundarnar hevur eisini Sorella í Miðvági tryggja sær holla vitan um kropsskap, litir, tilfar, útstráling, stíl og móta, nú Annbritt Ellingsgaard hevur lokið prógv sum klædnastylistur hjá Sýran Design. Við íblástri frá gøtumótanum í mótametropolum sum London, Paris, New York og Milano og við støði í kundanum er Annbritt framúr góð at skapa kreativar samansetingar, sum bæði fanga altjóða rákið og raka gerandisdagin í Føroyum.

Sostatt standa bygdirnar sterkar í síni klædnaráðgeving. Umframt Sorella hava bæði Rokoko í Gøtu og Insito á Toftum klædnastylistar, sum til eina og hvørja tíð kunnu taka kampin upp á alheims pallinum. Í Havn eru stylistar í brilluhandlinum Optikbúðini og smúkkuhandlinum Niels L. Arge.

Enn eru pláss eftir á stylistútbúgvingini, sum byrjar aftur í februar 2016.