Koyrir bussleiðin um jólini? Nær er býráðsskrivstovan opin? Hvar skal eg ringja, um eg havi trupulleikar við vatnveitingini? Her finnast svar uppá hesar og aðrar spurningar.
Koyrir bussleiðin um jólini? Nær er býráðsskrivstovan opin? Hvar skal eg ringja, um eg havi trupulleikar við vatnveitingini? Her finnast svar uppá hesar og aðrar spurningar.
Býráðsskrivstovan
Í sambandi við jóla- og nýggjárshøgtíðina verður býráðsskrivstovan stongd frá og við leygardegi 19. desember 2015. Opið verður aftur mánadagin 4. januar 2016.
Borgarar, sum hava átrokandi ørindi hesa tíðina, kunnu ringja til hesar telefonir:
um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf. 224500 (Vatndeildin)
um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf. 216488 (Vegadeildin)
um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlr. 219181 (Barnaverndin)
Býráðsskrivstovan hevur telefon 41 00 00, har ein sjálvvirkandi telefonsvarari veitir upplýsingar um omanfyri nevndu og onnur telefonnr., har borgarar kunnu ringja í áleikandi ørindum.
Bussleiðin
Hósdagin 24 des. ongin koyring
Fríggjadagin 25 des. ongin koyring
Mánadagin 28 des. sum vanligt
Týsdagin 29 des. sum vanligt
Mikudagin 30 des. sum vanligt
Hósdagin 31 des. ongin koyring
Fríggjadagin 1 jan. ongin koyring
Mánadagin 4. Jan. bussarnir koyra sum vanligt aftur
Serflutningstænastan
Brúkarar, sum ynskja at nýta serflutningsbussin sum hýruvogn um jóla- og nýggjárshøgtíðina, kunnu venda sær til Miðlan á tlf. 410000 innan 18. des. kl. 15.30. Bíleggjast kann eisini umvegis t-post klaksvik@klaksvik.fo, har freistin fyri “jólatúrar” er 23. des. kl 12.00 og fyri “nýggjárstúrar” er 30. des. kl 12.00.
Barnaverndartænastan
Vakttelefonin hjá Barnaverndartænastuni svarar alt samdøgrið og hevur telefonnummar +298 219181




