Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókaummæli: Líggjas í Bø: Klaksvíksstríðið 1952-1955

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur

 Bókaummæli:

Bókaummæli:

Líggjas í Bø: Klaksvíksstríðið 1952-1955.

Út er komin rúgvusmikil og sera forvitnislig bók, heilar 400 síðir, um Klaksvíksstríðið fyri góðum seksti árum síðani.

Keypti mær bókina og breyt nær um vakt at lesa hana , so spennandi og fangandi, sum bókin kendist mær.

Væl er áður skrivað og filmað um hetta undarliga stríð og í grundini sosialpsykologiska fyribrigdi, sum tað annars av berari skomm síðani manna millum yvirhøvur hevur valdað tøgn um.

Fátækt er tó tað fólk, sum ikki kennir sína søgu og gjarna skuldi lært av henni.

Frásøgn Líggjassar er serlig og sjálvsagt fargað av hansara egnu upplivingum sum tá ungt eygnavitni eins og av hansara egnu politisku og samfelagsligu áskoðan. Tað viðgongur høvundin eisini blankt og biður í bókini reiðiligur lesarar halda sær hetta til góða og síðani at lesa við samsvarandi fyriliti.

Væl er Líggjas ikki avlærdur søgugranskari innan slíka metodu- og skjalahandfaring, tó mær tykir hann vera komnan væl frá tí, eins og maðurin dugir væl at skriva og hugfanga lesarar.

Tað, sum ger júst hesa frásøgnina so fangandi og helst eisini sanna, er hansara sera umfatandi úrval av viðkomandi keldutilfari, veri tað seg politirapportir ella skrivligt samskifti millum myndugleikar, sum hann eftir umsókn hevur fingið innlit í.

Bókin er kanska eitt sindur óvant skipað, m.a. uttan leitiorð og neyvar kelduávísingar, tó eitt heildaryvirlit í knøppum 400 punktum, partvíst í tíðarraðfylgju, sum ger tað ómakaleyst at finna serligar brellibitar, orkar ein ikki straks at lesa bókina úr einum enda í annan, so sum ein helst eigur at gera ella aftaná at hava kveikt sær forvitnið við úrvaldum brellibitum.

Eisini roynir høvundin við hepni at seta Klaksvíksstríðið í samband við ríkis- og heimspolitikk eins og í ávísan mun eisini persóns- og sosialsálarfrøði.

Í endanum á bókini hevur Líggjas so nakrar meiri persónligar (ævissøguliga ?) hugleiðingar um seg sjálvan á unglingaárum umframt síni. Tað ger ikki bókina lakari.

Samanumtikið er henda bók komin í tøkum tíma, meðan beinleiðis eygnavitni enn eru før at skriva, og lesarar enn minnast.

Eisini tykist mær frásøgnin og ikki minst skjalagjøgnumgongdin vera sannur fongur sum keldutilfar fyri tey, sum nú og komandi ætla sær at granska innan handan partin av føroyskari søgu, samfelagsfrøði eins og ikki minst sosialsálarfrøði og kanska persónssálarfrøði við.

Og sum høvundin sjálvur tekur til nú seksti ár aftan á Klaksvíksstríðið, so verður endaliga søgan neyvan søgd til fulnar fyrr enn eini 40 ár aftan á hetta hansara íkast.

Staddur niðuri á jólum 2015

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur..

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.

Harleywoodpaint