Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ilt at spáa um jólaveðrið

Hanus Kjølbro, Sjónám

Hetta til jóla og á jólum fara fleiri lágtrýst at hava tilhald um okkara leiðir. Tey koma av leiðunum við Ný Finnland, júst sum tey plaga, og koma beint ímóti okkum. Tá ið tey eru so tøtt, og tá ið tey standa líkasum og skunda undir hvønn annan og ikki vita, hvønn veg tey skulu fara, er tað ein stór avbjóðing at koma við einum boði, júst hvussu veðrið fer at vera.

Í dag kemur vindurin úr lágætt, og tað fer hann at gera fram ímóti middegi í morgin – eitt lítið undantak er seint í kvøld, tá ið vindurin fer koma av vestri í eina løtu.

Seinnapartin í morgin fer vindurin at veksa úr útsynningi – talan verður um 15 til 20 m/s – og soleiðis fer at vera meira ella minni til fyrrapartin Tollaksmessudag. Tá fer at vera meiri vindur – 18 til 23 m/s; í hvirlunum upp 28 m/s.

Út á dagin Tollaksmessdag fer vindurin at minka – á midnátt er ikki nógvur vindur.

So er tað spurningurin, hvussu tað fer at verða jólaaftan. Eitt lágtrýst fer at leggja seg yvir okkara leiðir og fer at draga kalda luft av norðri ímóti okkum. Stóri spurningurin er, nær tað liggur soleiðis, at kalda luftrákið raka beint á okkum. Góð boð og gitingar eru, og sannleikin er tann, at eingin er heilt vísur í, um hetta verður tíðliga ella seint jólaaftan. Onkur veðurstøð væntar ikki, at hetta hendir fyrr enn jólanátt – t.e. eftir midnátt jólaaftanskvøld. Vindferðina lata vit bíða eitt sindur.

Helst eru metingarnar sikrari um eitt samdøgur ella tvey. Vit fáa at síggja.

Harleyfacadeacryl