Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil nýggja landsstýrið bara byggja Havnina?

John William Joensen

Tað er ein sannroynd, at umsitingarleiðararnir í landsumsitingini í Havn eru reindýrkaðir sentralistar, sum vilja avtaka alt uttan fyri teirra kongaríki í høvuðsstaðnum, og tí kann verandi landsstýri gerast ein álvarsom hóttan ímóti býunum kring landið. Longu nú eru tey byrjað at niðurleggja stovnar uttan fyri Havnina!

Tað er ein sannroynd, at umsitingarleiðararnir í landsumsitingini í Havn eru reindýrkaðir sentralistar, sum vilja avtaka alt uttan fyri teirra kongaríki í høvuðsstaðnum, og tí kann verandi landsstýri gerast ein álvarsom hóttan ímóti býunum kring landið. Longu nú eru tey byrjað at niðurleggja stovnar uttan fyri Havnina!

 

Júst nú, í dag, 22. Desember 2015, tveirdagar fyri sjálvan jólaaftan, kom brádliga – sum eitt æl av heiðum himi – eitttíðindaskriv frá einum av stjórunum í Havn, við vælsignilsi frá Poul Michelsen,landsstýrismanni, um niðurlegging, flyting og kollvelting av einum stovni íVági!

Tí skilja vit so sera væl, at Dennis Holm,borgarstjóri í Vági, beinanvegin rópar varskó og mótmælir, tí hetta er eindáragerð ímóti Vági, sum Poul Michelsen her letur henda, nú tað bert erugingnir 100 dagar hjá hesari landsstýrissamgonguni.

Tað ber av sonnum boð um ein ræðandihugsunarhátt at man við einum pennastroki kunnuniðurleggja aliumsitingina, sum hevur verið í Vági og virkar væl, og flyta hanainn í føroyska nalvan?

Hvat vil hetta nýggja landsstýrið? Hvør erætlanin við hesum? Hvat er tann yvirskipaða ætlanin hjá hesum nýggjalandsstýrinum, sum Aksel, Høgni og Poul eru leiðarar fyri?

Er tað ein miðsavning av øllum til Havnar?

Snýr tað seg ikki longur um at byggja land? Atbyggja tjóðina Føroyar? Snýr tað seg nú bara um at hava ein bý, og so lata altuttanfyri Havnina svinna og søkka?

John William Joensen

 

=========

 

Dennis Holm, borgarstjóri, skrivar soleiðis:

Flyt eitt starv, og tú flytur eina familju !

Suðuroyggin hevur síðani kreppuna miðskeiðis í1990unum stríðst við minkandi fólkatali. Hvønn dag stríðast okur fyri at fáafólk aftur til Suðuroynna eftir lokna útbúgving uttanlands, tí suðuroyingarfara jú eins og flest onnur her á landi av landinum at fáa sær útbúgving eftirloknan miðnámsskúla.

Men tað er alt annað enn lætt at fáa fólk afturtil Suðuroynna. Skulu vit hava eina familju at flyta til, so krevst oftast tveystørv, hava bæði maður og kvinna útbúgving, so er uppgávan trupul at lyfta.Hetta er eisini ein av høvuðsorsøkunum til framhaldandi minkandi fólkatal í Suðuroynni- tað eru snøgt sagt ikki nokk av størvum til útbúgvin fólk í Suðuroynni.

Tá tað so eydnast at fáa størv til útbúgvin fólkí Suðuroynni og fólk flyta til Suðuroyar at røkja hesi størv, so gleðast okurøll og taka væl ímóti tilflytarunum ella afturflytarunum. Hetta var eisinistøðan tá Strandferðslan flutti, tá Brúkaraumboðið flutti og tá Aliumsitinginflutti. Knappliga vóru fleiri góð størv til útbúgvin fólk leys at søkja ogstørvini vórðu mannaði.

Men gleðin var stokkut.

Heykarnir í leiðandi størvum í Havn orka ikkitankan um at skula hugsa heilt til Suðuroyar. Hetta kórið er stjórin íHeilsufrøðiligu Starvsstovuni nú eisini farin uppí. Jú, nú í februar flyturAliumsitingin til Havnar, sama veg sum Brúkaraumboðið flutti fyri nøkrum árumsíðani. Høvuðsgrundgeving hjá stjóranum í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni: Ølllið, sum hava samband við Aliumsitingina eru í høvuðsstaðnum.

Stjórin er av og á í Suðuroynni, so hann hevuruttan iva funnið útav, atinternetsambandið í Suðuroynni er á einari leið, og sjóvegissambandið við Smyrli er brúkiligt, og fartelefon-netið røkkur eisini tilSuðuroyar. So vóru ynski um at stovnurin skal virka í Suðuroynni, so hevðiuttan trupulleikar borið til hjá stovninum framhaldandi at virka í Suðuroynni.

Aliumsitingin hevur virkað í Vági í 5 ár, ennhevur ongin hoyrt eitt orð um, at tað er ein trupulleiki, at Aliumsitingin ikkier í høvuðsstaðnum. Heldur ikki er ein kæra komin um málsviðgerðina ástovninum. So grundgeving um at alt er í høvuðsstaðnum, eisini stjórin sjálvur,er heldur tunn og tóm.

Veruliga grundgevingin liggur helst ímaktgyrndini hjá stjóranum, hansara kongaríkið má jú ikki blíva ov lítiðsamanborið við hini almennu kongaríkini í Havn.

Fyri okkum í Suðuroynni er veruleikin einfaldur.Skulu okur hava fólk til Suðuroynna, so skulu okur hava fleiri útbúgving størv,og helst tvey fyri at fáa eina familju hendan vegin. Flytur eitt starv hinvegintil Havnar, so flytur øll familjan við. -Og hesa lagnuna stendur nú enn einfamilja í Suðuroynni yvirfyri, nú livibreyði hjá teimum uttan orsøk er flutt.

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni boðar ítíðindaskrivi seinnapartin frá, at Poul Michelsen, landsstýrismaður íVinnumálum er kunnaður um flytingin av Aliumsitingini.Er hetta ein staðfestingav, at landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur góðkent niðurleggingina av einumalmennum stovni í Suðuroynni?

Um so er, so bendir alt á, at almennipolitikkurin í Føroyum framvegis er, at øll almenn størv skulu flytast tilHavnar ?!

Hvør verður næsti almenni stovnur, sum skal niðurleggjastí Suðuroynni?

Dennis Holm, borgarstjóri

Vágs kommuna