Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein sílatráða til veiðumannin

Oliver Joensen

Nú harutíðin er av og januar stendur fyri durum, boðar Føroya Sílaveiðufelag frá, at frá 2. Januar til til 30. Apríl verður loyvt at fiska á Leynavatni og Saksunarvatni.

Felagið sigur, at hetta verður gjørt sum ein roynd at vita, um sjósíl og laksur eru á vøtnunum um veturin.

Tað verður ikki loyvt at fiska á hesum vøtnunum í mai og fram til hálvan juni, tí tað er tá at felagið setir smolt út og tá skal friður vera á vøtnunum.

Sjálvandi, tú skal vera limur fyri at kunna fiska á Leynavatni, Mjáuvøtnum ella á Saksunarvatni, men tað kann ein lætt gerast við at venda sær til felagið.

Sum sagt harutíðin er av, fyri at veiðumenn ikki skulu fáa ov ógvusligar abstinensir, so hevði kanska ein tráða verið eitt jólagávuhugskot, hvør veit?

Harleyfacadeacryl