Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trætaður til lygn – tapti í rættinum

Oliver Joensen

Og slapp ikki at kæra – soleiðis endaði sakin hjá mær, tá eg var skuldsettur fyri at tosa í telefon ímeðan eg koyrdi bil.

Eg kenni ikki, at orðini um, at ”allur ivi kemur tí skuldsetta til góða” hevði nakran sum helst týdning, tá eg møtti í rættinum í hesum málium.

Hóast váttan varð framløgd um, at onki samband hevði verið við fartelefoninar hjá mær hesa tíðina meðan eg koyrdi framvið ”felluni” hjá politinum, so hjálpti onki hvat eg segði. Bara annar politisturin segði seg hava sæð, at eg tosaði í telefon og han tvíhelt um, at hann hevði sæð eina svarta telefon. Hann hevði sæð, at eg helt fremstafingur útstrektan upp eftir bakinum á telefonini.

Eg helt upp á, at eg hevði onga telefon í hondini, men at eg skriðaði mær í oyranum, júst sum politisturin hevði sæð. Ført var eisini fram, at telefonin hevði grátt bak, men einki hjálpti. Hóast eg hevði tvinnar telefonir í bilinum og onki samband hevði verið við nakra av teimum, so gjørdi dómarin av, at politisturin hevði sæð eina telefon, ígjøgnum síðurútin og so kundi tað vera líkamikið hvat eg segði og hvørji prógv eg hevði, tí politisturin hevði sæð eina telefon – Tú kanst hava havt eina triðju, og so var sakin tapt. – Ákærin tvætlaði okkurt um at eg kundi havt sent SMS – tað helt eg vera eitt sindur tápuligt, tí politisturin segði seg hava sæð telefonina við oyrað. Hvussu man sendir sms við oyranum, tað var mær ein gáta, tí sjálvur klári eg ikki at senda sms við tumlinum á hondini, ið heldur telefonini, sum tey ungu klára. So at halda telefonini upp fyri oyrað og senda sms, tað má vera sannur akrobatikkur í mínari verð.

Aftaná var eg sjálvandi eitt sindur upproyttur, ímeðan eg koyrdi norður aftur, tí eg helt alla tíðina at eg hevði eina góða sak. – Tankarnir flugu ígjøgnum høvdi, hugsaði alla tíðina um sakina.

Politisturin hevði sagt í rættinum, at frá plássinum har hann stóð, á Biskupsstøð norðanfyri veggin har Fonn Flog heldur til, hugdi hann eftir tá bilar komu úr rundkoyringini yviri í Vági. Tá hann hevði sæð at teir snaraðu eftir Biskupsstøðgøtu, trekti hann seg aftur um veggin fyri at krógva seg, soleiðis at førarin ikki sá politistin.

Húsarhornið, har politisturin stóð aftanfyri, er ikki eitt hvast horn, trýhyrningur er skorðin av, soleiðis at politisturin er noyddur at fara ein til tveir metrar afturum húsaveggin fyri ikki at vera sæddur. Gongubreyt er eisini frammanfyri Fonn Flog, so frástøðan frá politistinum og til mín, sum sitið í vinstru síðu í bilinum tá eg koyri norður eftir í móti Nólsoyar Páls Gøtu, tá eg komið framvið har politisturin stendur, er einar seks sjey metrar.

Sum sagt, so hugsaði eg nógv á túrinum norður úr Havn og kom til tað niðurstøðu, at politisturin kann ikki hava sagt ósatt tí hann hevur kent meg, ella rættari tí hann visti hvør tað var sum kom koyrandi, tað kann hann illa hava sæð, tá hann bert hevur sæð bilin í rundkoyringini yviri í Vági, tí tað er langt boð har yvir.

Tann dagin eg koyrdi hósdagin 21. Mars klokkan hálvgum tíggju um morgunin var onki serligt veður, eitt sløð av kava, tað smá regnaði, so á síðurútinum á bilinum hingu regndropar.

Politisturin segði nevniliga í rættinum, at hann hevði hugt inn gjøgnum síðurútin har frá sum hann stóð. Dómarin spurdi politistin hvussu skjótt eg koyrdi. Politisturin svaraði 40-45 km.

So fekk eg eitt hugskot. Eg bað konuna koyra framvið horninum har og halda einum sum líktist telefonini hjá mær upp fyri oyrað og halda fingurin júst sum politisturin hevði greitt frá. Hon skuldi koyra 40 km, tá hon kom framvið. Sjálvur stillaði eg meg har politisturin stóð. Eg átti nevniliga mynd av politistinum á staðnum.

Hon so gjørdi. – Og har kom frágreiðingin. Eg hevði als ongan kjans at síggja um hon hevði telefon í hondini. Eg sá væl armin og fingurin, men als onga telefon.

Síðani bað eg hana royna seg. Hon kom til sama úrslit – tað bar als ikki til at síggja um eg hevði eina telefon í hondini, hinvegin sá hon væl at hondin var upp fyri oyrað.

Gátan var loyst. Men eg mátti hava fleiri vitni. Sakførari mín skuldi stutt eftir til Klaksvíkar og vit báðir spældu sama sjónleikin, eg koyrdi framvið við 40-45 km um tíman og sakførarin stóð á horninum hjá Fonn Flog. Tá eg kom aftur til hansara segði hann orðarætt ”ongan focken chanse”.

Síðani havi eg biðið tríggjar aðrar óvildugar persónar, staði har ímeðan eg koyrdi framvið, við hvørt við ongari telefon og viðhvørt við einum sum líktist telefonini í hondini og øll siga tað sama, tað ber simpulthen ikki til at síggja telefonina í hondini.

Politisturin hevur gitt, at eg hevði eina telefon, tí hann hevur sæð hondina uppi við oyrað.

Tað var tað, vit skuldu royna í rættinum, men tað fingu vit ikki loyvi til, tí bótin er undir 1000,- krónur.

Sakin hevur tikið sera langa tíð, tí bleiv bótin niðursett frá 500 krónum til 250 krónur. Sakføran skuldi eg sjálvur gjalda, so í reiðum peningi hevur hetta kosta mær útivið 5.000 krónur, samstundis sum eg als onga telefon hevði í hondini.

Tað var tað.

Oliver