Meirilutin í vinnunevndini, sum er andstøðan skrivar: Í mun til aðrar tilfeingisvinnur er gjaldið ovurhond stórt. Hyggja vit at kolvetnislóggávuni, er talan í høvuðsheitum um útlendskar íløgur eftir føroyskum kolvetni. Har er skattur eitt sonevnt royalti, sum er ein tilfeingisskattur upp á 2% av hvørjum litri av olju. Í alivinnuni hevur landsstýrið 10 faldað tøkugjaldið úr 0,5% upp í 5,0% av hvørjum kg av laksi. Hetta er tó lítið av miklum. Fyriliggjandi gjald á makrel, norðhavssild og svartkjaft svarar til tøkugjald millum 15% og 20 % av hvørjum kg, alt eftir árstíðunum. Hetta er alt ov høgt gjald, um vit ynskja, at vinnan skal kunna gera íløgur.
Meirilutin í vinnunevndini, sum er andstøðan skrivar: Í mun til aðrar tilfeingisvinnur er gjaldið ovurhond stórt. Hyggja vit at kolvetnislóggávuni, er talan í høvuðsheitum um útlendskar íløgur eftir føroyskum kolvetni. Har er skattur eitt sonevnt royalti, sum er ein tilfeingisskattur upp á 2% av hvørjum litri av olju. Í alivinnuni hevur landsstýrið 10 faldað tøkugjaldið úr 0,5% upp í 5,0% av hvørjum kg av laksi. Hetta er tó lítið av miklum. Fyriliggjandi gjald á makrel, norðhavssild og svartkjaft svarar til tøkugjald millum 15% og 20 % av hvørjum kg, alt eftir árstíðunum
. Hetta er alt ov høgt gjald, um vit ynskja, at vinnan skal kunna gera íløgur. At fiskivinnan haraftur at skal rinda 4 ferðir so nógv tøkugjald sum alivinnan og 10 ferðir so nógv sum ein møgulig oljuvinna sigur alt. Við teimum gjøldum, sum nú skulu verða, svarar tað til, at uppsjóvarvinnan skal rinda 60% í skatti av vinningi, og tað er við verandi prísum og nøgdum. Tað kann skjótt broytast skeiva vegin. Fram er komið, at vinnan arbeiðir við eini røð av íløgum í meirvirkan av svartkjafti. Men ótryggu karmarnir, sum vinnan nú livir undir, kunnu forkoma hesum.
Minnilutin í nevndini sum er samgongan skrivar.




