Símun á Høvdanum lítur aftur og fram.
Navn?
Símun á Høvdanum
Yrki?
Stjóri í Klips og dagligur leiðari í Maverick
Hvat var tað besta, sum hendi í 2015?
At Tórunn flutti heimaftur og at man ikki skyldar nøkrum nakað. Besta uppliving var tá ið Klaksvíkingur vann á Ólavsøku.
Hvussu heldur tú nýggjárið?
Saman við familjuni og sjálvandi í Maverick Barr.
Hevur tú nakað nýggjárslyfti?
Klænka meg og at fáa mínar fyritøkur at koyra uppaftur betur.
Um ja, hvat?
Ja, fáa nøkur kilo av. Fáa Klips, Maverick og Norðoya Portalin at vera í fremstu røð.
Hvat gleðir tú teg mest til í 2016?
At byrja uppá okkurt nýtt og at húsini í Trongisvági vera liðug umvæld og so vónandi at dóttirin flytur heimaftur.
Hvat heldur tú føroyingar skulu vera betur til í 2016?
At vit vera góð við hvønn annan og ikki bara døma fólk, sum tora at siga sína meining alment. Gott nýttár øll somul.




